Vel soltið kjøt og soltnan viðskera

Kjøt er ein góð kelda til protein, og eisini er nógv av jarni og mineralum í, sum vit hava tørv á.

Kostkanningar í Danmark vísa, at flestu fólk eta kjøt hvønn dag, serliga av viðskera. 

Et minni av lidnum kjøtvørum og viðskera, sum roykt, saltað og nitritviðgjørt kjøt, tí tað kann økja um vandan fyri krabbameini. Vel eisini soltið framum feita slagið av kjøti, tí mettað feitt kann økja um vandan at fáa hjarta-æðrasjúkur. 

Et ikki meira enn 500 g av kjøti um vikuna frá fýrbeintum djórum (neyti, lambi ella grísi), svarandi til 2-3 døgurðar um vikuna. Vel heldur fisk, flogfenað, egg og bjølgfrukt hinar dagarnar.