Tríggir ungir teknarar fingu virðisløn í teknikapping

Altjóða tubbaksfríur dagur er 31. mai 2011. Í hesum sambandi hevur Fólkaheilsuráðið skipað fyri teknikapping fyri børnum.

Boðskapurin í tekningunum skuldi vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella, at halda ungum frá at byrja.

700 tekningar komu inn.
Dómarar vóru Eli Smith, Vár Berghamar Jacobsen og Páll Danielsen.
Leygardagin skipaði Fólkaheilsuráðið fyri tiltaki á Torginum í SMS, har allar tær innkomnu tekningarnar vórðu sýndar fram og John Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum handaði virðislønirnar, sum hvør var ein gávukekkur uppá 500 kr.

Tríggir vinnarar vórðu kosnir:

Í aldursbólkinum yngri enn 7 ár: Sarah Midjord, Tórshavn

Í aldursbólkinum 8-10 ár: Albert Thomasen, Trongisvágur

Í aldursbólkinum 11-14 ár: Hanna Ó. Jacobsen, Kollafjørður.