16. juli 2013

Virkisfrágreiðingin 2008 til 2013

Virkisfrágreiðingin 2008 til 2013 hjá Fólkaheilsuráðnum er nú tøk á netinum.

Virkisfrágreiðingin 2008 til 2013 hjá Fólkaheilsuráðnum er nú tøk á netinum. Pál Weihe formaður í fólkaheilsuráðnum sigur millum annað í innganginum:

 

2000 árgangurin: “Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at gera tað, sum til ber, fyri at eggja teimum, sum eru fødd ár 2000, til ongantíð at byrja at roykja t.v.s. at árgangur 2000 verður roykfríur.”
ESPAD: “Fólkaheilsuráðið hevur skipað fyri ymsum kanningum t.d. 9. flokskanningunum (ESPAD).”
Rúsevni: “Viðvíkjandi rúsevnum sum hasj liggja vit sambært ESPAD-kanningunum millum tey lægstu í Evropa.”
Livialdur: “vit liggja á umleið 10. plássi í heiminum. Kvinnurnar liva heili 85 ár í meðal. Hetta sær Fólkaheilsuráðið sum eina ábending um, at í høvuðsheitum stendur væl til við fólkaheilsuni.”
Bjartskygdur: “Talið av dagligum roykjarum var 24 % á heysti 2012, so nú mugu vit kvika okkum, um málið skal røkkast. Undirritaði (Pál Weihe) er tó rættiliga bjartskygdur.”
Kanningar: “Ráðið hevur eisini framt MARK-átakið, har vit fingu umleið 2000 føroyingar til at lata seg kanna viðvíkjandi heilsustøðu og heilsuligum atburði.”
“Fólkaheilsurenning nýtist nærum ikki at skipast longur, tí at lokal feløg taka stig til hetta av sínum eintingum.”

 

Frágreiðingin er tøk á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum bæði sum html – útgáva við tilvísingum og sum pdf-fíla

 

Blíðar heilsanir

Ólavur Jøkladal, kunningarleiðari