02. juli 2020

Vinningar lutaðir út

Í millum allar luttakararnar í "Hvussu hevur tú tað?" kanningini vórðu tveir vinningar útlutaðir - ein iPad air og eitt gávukort frá Atlantic Airways

Hepnu vinnararnir í sambandi við Fólkaheilsukanningina “Hvussu hevur tú tað?” hjá Fólkaheilsuráðnum vóru Astrið Weihe av Tvøroyri, sum vann ein iPad air, og Elin í Haraldstovu, sum vann eitt gávukort frá Atlantic Airways. Á myndini er ein fegin Elin við gávubrævinum frá Atlantic Airways saman við Ólavi Jøkladal frá Fólkaheilsuráðnum, sum handaði henni vinningin.

Tað var Fólkaheilsuráðið, sum stóð fyri kanningini og lutaði út hesar vinningarnar.

Vit ynskja Astrið og Elini til lukku við vinningunum.