01. juni 2017

Vinnararnir funnir

Børnini vóru fegin Í dag handaði Sirið Stenberg, landstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálum, vegna Fólkaheilsuráðið, virðislønir til vinnararnar í teknikappingini, sum var í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin

Børnini vóru fegin

 Í dag handaði Sirið Stenberg, landstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálum, vegna Fólkaheilsuráðið, virðislønir til vinnararnar í teknikappingini, sum var í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin.

Tríggir vinnarar fingu handað virðislønir uppá 500 krónur hvør. Inn vóru komnar 570 tekningar úr øllum landinum; frá einstaklingum, barnagørðum og skúlum.

Í røðuni legði Sirið dent á, at tey ungu og børnini við at vera við í hesi teknikapping, eru við í arbeiðinum at fyribyrgja og minka um royking í Føroyum, og tað var hon teimum sera takksom fyri. Áðrenn vinnarar fingu virðisløn nevndi Sirið grundgevingarnar, sum dómsnevndin hevði givið fyri at velja tær tekningarnar, sum vórðu valdar:

India Linnea Bech, Tórshavn - vann í bólkinum 0. flokkur og undir skúlaaldur

Grundgeving: Myndin fangar eygað, lýsir eitt barn, sum grætur, tí ein vaksin roykir

Gabriella S. Vang, Tórshavn - vann í bólkinum 1. til 4. flokkur

Grundgeving: Myndin vísir freistingar og at megna at standa ímóti freistingum. 

Andrea Mýlingstind, Kvívík - vann í bólkinum 5 til 8. flokkur

Grundgeving: Myndin lýsir væl ein, sum ynskir at leggja av og vísir at fólk, sum ikki roykja, orka betur.

Í dómsnevndini vóru Vár B. Jacobsen, Eli Smith og Janus á Húsagarði.