02. november 2014

Vinnandi uppskriftin: Fullkornspitsa við laksi

Vinnarin av fullkornskappingini bleiv Símun Petur Midjord, sum hevur vunnið eitt gávukort uppá kr. 1000,- frá FK. Símun Petur deildi eina leskiliga uppskrift uppá fullkornspitsa við laksi.

Vinnarin av fullkornskappingini bleiv Símun Petur Midjord, sum hevur vunnið eitt gávukort uppá kr. 1000,- frá FK. Símun Petur deildi eina leskiliga uppskrift uppá fullkornspitsa við laksi, sum sær út til at vera bæði heilsugóð og løtt at gera. Hon skal heilt vist roynast! Takk fyri uppskriftina Símun Petur og tillukku!

Fleiri góðar fullkornsuppskriftir komu inn, og kunnu finnast á okkara facebook síðu www.facebook.com/folkaheilsa. Vinnarin varð funnin við lutakasti millum allar innkomnar uppskriftir. Ein tann mest áhugaverda uppskriftin var ein, sum innibar 30 kg av fullkorni til eitt lamb at eta yvir 3 mánaðar. Síðani skuldi lambið flettast, og kjøtið steikjast :-)


Vit takka eisini FK fyri at stuðla kappingini.

 

Vinnandi uppskriftin hjá Símun Petur fæst her:

 

Fullkornspitsa við laksi

Símun Petur Midjord

Deiggj :

15 gr av geri

3 dl av vatni

5 g av salti

2 spsk. Av olju

180 g av rugmjøli

160 g av hveitimjøli

 

Deiggið skal eltast í 10 min, og síðani hvíla í 15 min. Síðani skal deiggið rullast so tunt sum gjørligt.

 

Pitsasós:

1 Leyk

2 fed av hvítleyki

1 spsk. av olju

1 gularót (skerast í smáar bitar)

1 reyða piparfrukt

1 ds av flustum tomatum

1 tsk av sukur

1 ½ ss av oregano

1 knsp av salti

1 knsp av pipar

 

Alt tilfarið verður koyrt í eina grýtu og skal koma uppá kók. Síðani verður sósin blendað, so pitsasósin verður løtt at smyrja á pitsabotnin.

 

Fylla:

100 g av serranoskinku

100 g av frískum mozzarella

2 ss av oregano

200 g av laksi

50 g av gulari piparfrukt

 

Sker laksin í smáar bitar, og blanda laksin við sindur av olju, citrónpipar og organo. Smyr pitsasós á botnin og koyr fylluna á. Ostur og serranoskinka til seinast. Verður bakað við 210 stigum í 8-10 min.

 

Rucola kann drússast yvir, tá pitsan er liðug.

 

Fullkornpitsan er løtt at gera og smakkar sera væl.