06. mai 2013

Útivikan 2013: Set bilin og gakk

20. til 26. mai seta vit bilin og ganga! Eins og undanfarin ár, fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri einari viku í mai, har fólk fara at seta bilin og ganga - meira og títtari.

20. til 26. mai seta vit bilin og ganga!

 

Eins og undanfarin ár, fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri einari viku í mai, har fólk fara at seta bilin og ganga - meira og títtari.

Útivikan hevur havt sera stóra undirtøku. Arbeiðspláss, stovnar, kommunur, miðlar, ja, sera nógv hava tikið undir við henni.

Summarið byrjar við Útivikuni. Leygardagurin í vikuni er fyrsti summardagur!

 

Øll kenna fyrimunirnar av at seta bilin og at ganga og harvið røra seg. Betri heilsa, betri lag og fyri fyritøkur: glaðari starvsfólk og færri sjúkradagar. Hetta er ein liður í at gera tað lættari hjá fólki at velja bilin frá. Um onnur gera tað, so kunnu vit eisini. Tað, at øll seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið – og ganga.

 

ØLL vera við í hesum tiltaki: Tey, ið hava stutt til arbeiðis, tey, ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga. Við hesum brævi biðja vit tykkum um at eggja starvsfólki á tínum arbeiðsplássi til at seta bilin.

 

Um hetta tiltakið skal eydnast, mugu allar fyritøkur í Føroyum luttaka og royna at eggja sínum starvsfólki til at seta bilin og heldur fara til gongu. Hetta kann gerast hvør sær, men eisini hevði verið stuttligt um fyritøkan í felag við starvsfólki skipaði fyri kappingum, útferðum ella onkrum heilt øðrum - tit avgera púra sjálvi, hvussu tit leggja útivikuna til rættis.

 

Fólkaheilsuráðið vil við hesum telduposti heita á tykkum og starvsfólk tykkara um at taka undir við hesum tiltaki. Ætlandi skal útivikan ikki kosta tykkum nakað. Havið tað í geyma, tá ið tit leggja ætlanir fyri útivikuna.

Hetta er sjálvsagt eitt sjálvboðið tiltak... men best er, um øll taka lut.

 

So 20. til 26. mei seta vit bilin og ganga til arbeiðis!