21. mai 2009

Útivika frá 25. til 31. mai 2009

Ætlandi skulu ØLL vera við í hesum tiltaki: Tey ið hava stutt til arbeiðis, tey ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga. Við hesum brævi biðja vit tykkum um at eggja starvsfólki á tínum arbeiðsplássi til at seta bilin.

Sum ein liður í rørsluárinum 2009 skipaði Fólkaheilsuráðið fyri eini viku í mei, har øll sum koyra til arbeiðis, skuldu seta bilin og í staðin ganga.


Fólk skulu ganga til arbeiðis, ganga frá arbeiði, ganga í skúla, ganga til handils, ganga til ítrótt, ganga til bingo... ja, seta bilin og ganga (ella súkkla…).
Fyrimunirnir eru nógvir. Fyrst og fremst er tað ein vinningur frá einum heilsusjónarmiði, um fólk seta bilin og røra seg í staðin. Men sanniliga eisini frá einum umhvørvis- og sparisjónarhorni: eingin bensinosur og bíligari hjá fólki. Tað er eisini hugaligari at ganga, tá ið øll onnur gera tað. Tað verður meira lív í gøtunum, tryggari og friðarligari.

Ætlandi skulu ØLL vera við í hesum tiltaki: Tey ið hava stutt til arbeiðis, tey ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga. Við hesum brævi biðja vit tykkum um at eggja starvsfólki á tínum arbeiðsplássi til at seta bilin.

Um hetta tiltakið skal eydnast, mugu allar fyritøkur í Føroyum luttaka og royna at eggja sínum starvsfólki til at seta bilin og heldur fara til gongu. Hetta kann gerast hvør sær, men eisini hevði verið stuttligt um fyritøkan í felag við starvsfólki skipaði fyri kappingum, útferðum ella onkrum heilt øðrum - tit avgerða púra sjálvi hvussu tit leggja útivikuna til rættis.

Fólkaheilsuráðið vil við hesum maili heita á tykkum og starvsfólk tykkara um at taka undir við hesum tiltaki. Vit ringja ein av komandi døgunum til tykkara, at frætta meir um hvussu tit ætla at skipa tiltakið á tykkara fyritøku.

Hetta er sjálvsagt eitt sjálvboðið tiltak... men best er, um øll taka lut.