28. september 2015

Uni lærir teg at gera lættar fiskarættir í SMS

Lættir og leskiligir skundverðir úr havinum eru á skránni hesa vikuna á torginum í SMS. Tað er Fólkaheilsuráðið, sum saman við Miklagarði skipar fyri matgerð á torginum. Uni Gullfoss kokkur fer at hjálpa kundanum..

Lættir og leskiligir skundverðir úr havinum eru á skránni hesa vikuna á torginum í SMS.

 

Tað er Fólkaheilsuráðið, sum saman við Miklagarði skipar fyri matgerð á torginum. Uni Gullfoss kokkur fer at hjálpa kundanum at gera lættar og leskiligar skundverðir úr havinum, hann fer eisin at koma við hugskotum, hvat ið restin av rættinum kann brúkast til, eitt nú sum viðskera hjá barninum at hava við í barnagarðin. Hugskot og uppskriftir fært tú eisini frá Una.

 

Hetta er vælkomið í eini tíð, har øll hava nógvan skund og hava brúk fyri at gera ein skjótan verð. Hetta nýtist als ikki at ganga útyvir góðskuna av tí, ið gjørt verður. Rættirnir, sum verða gjørdir, eru úr fiski og grønmeti og kunnu saktans gerast uppá fimm minuttir; tað er tað vit fegin vilja vísa við átakinum.

 

á Torginum í SMS:
mánadagin    kl. 15 - 17
mikudagin        kl. 15 - 17