09. september 2020

Ung og rúsevni

Eitt filmsbrot framleitt av Fólkaheilsuráðnum 1. juni 2018. Tað er Armgarð Mortensen, sum roynir seg vesturi á Eiðnum.

Um dagarnar hevur verið ávarað móti sera vandamiklum rúsevnum. Politiið segði fyrr í vikuni millum annað: “Tað eru ungfólk, sum taka LSD, kanska saman við øðrum rúsevnum”. Í tí sambandi er vert at minna á rúsevnisfaldaran, sum Fólkaheilsuráðið hevur givið út fyri árum síðan. Hesir kunnu eisini fáast í pappírsformi á skrivstovuni hjá Fólkaheilsuráðnum í Svabosgøtu.

Faldarin kann takast niður sum pdf-fíla, og filmsklippið við Armgarð Mortensen, sum klívur í berginum vesturi á Eiðinum í Vági, kann eisin síggjast á leinkju, sum kann takast niður á netinum.

Fólkaheilsuráðið hevur áður lagt út filmsklipp við kendum persónum, har hesir hava verið við til at varpa ljós á bundinskap. Víst verður í hesum førinum á, at betri er at vera rúsaður av náttúruupplivingum, heldur enn vandamiklum rúsevni.