14. februar 2013

Trygd á sjónum

Tað er eitt sera positivt umhvørvi, ið møtir tær, tá ið tú kemur á Trygdarmiðstøðina. Tað ræður ein góður andi og ein jaligur hugburður. Hetta sæst eisini aftur í undirvísingini, sum eyðvitað árini framyvir fer at eyðkenna lívið umborð á føroyskum skipum.

Trygd á sjónum


Ólavur Jøkladal, samskiftari:  

Trygdarmiðstøðin

Tað er eitt sera positivt umhvørvi, ið møtir tær, tá ið tú kemur á Trygdarmiðstøðina. Tað ræður ein góður andi og ein jaligur hugburður. Hetta sæst eisini aftur í undirvísingini, sum eyðvitað árini framyvir fer at eyðkenna lívið umborð á føroyskum skipum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á at hava eitt gott og positivt umhvørvi umborð, har allir taka sær hvør av øðrum. Karmarnir á Trygdarmiðstøðini eru sera góðir, tey húsast saman við Sjónám, sum er navnið á samanlagda stovninum, sum liggur úti á Bumshamri í Klaksvík. Trygdarmiðstøðin varð  sett á stovn í 1999 sum stovnur undir Fiskimálaráðnum, men er í dag partur av samanlagda stovninum Sjónám, sum er undir Mentamálaráðnum. Hann varð ISO góðkendur í 2008.

Altjóða krøv

Tað er við støði í altjóða krøvum, at trygdarskeið verða hildin og eru kravd fyri tey, ið ætla sær á sjógvin. Her heima røkkur hetta virksemi heilt aftur til 1980, tá ið sjóvinnuskúlarnir byrjaðu at undirvísa í trygd á sjónum. Í 1995 varð STCW sáttmálin dagførdur, og í 1997 kom so løgtingslógin í gildi, sum setti krav um, at øll, ið mynstra við føroyskum skipum, skulu hava verið á góðkendum trygdarskeiði fyri sjófólk. Trygdarskeiðið er áteknað við støði í Manila sáttmálanum frá 2010, sum eisini er STCW konventiónin – The Standards of Training, Certification & Watchkeeping.

Fólkaheilsuráðið
Fólkaheilsuráðið hevur sína endamálsorðing, sum er at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Hetta má sigast at falla væl í tráð við endamálsorðingina hjá Sjónám í sambandi við trygd á sjónum, sum millum annað tosar um:  “at gera sjófólk betri før fyri at fyribyrgja at vanlukkur henda”. Her eru stór frambrot hend seinastu tríati árini, og tað er at fegnast yvir.

Eitt av feskastu dømunum um góðan sjómansskap og dyggari trygd á sjónum var, tá ið manningin á Kamaro var í havsneyð og varð bjargað við Bjarnoynna, hetta var seinast í oktober mánaði. Øll manningin 14 mans varð bjargað. Gott at síggja at bjargingarútgerð og handfaring av henni virkar. Her vísti tað seg, at menn vistu, hvussu yvirlivilsisdraktirnar skuldu handfarast, og so kom eisini tað til sjóndar, umsorganin fyri hvør øðrum, har teir fingu hjálp hvør frá øðrum - teir, sum høvdu hana fyri neyðini. Hetta er ein sólskinssøga, og alt spældi væl av, hóast hetta, kundi tú hugsað tær, at sjálv venjingin umborð á skipunum var meiri miðvís.

Fólkaskúlin

Umleið 2008, tá eg fyri Føroya Reiðarafelag sat í samstarvsráðnum fyri trygd á sjónum, kom ynski fram um, at menn eldri enn 60 ár skuldu sleppa undan at venda gummibátinum, sum er ein av venjingunum á trygdarskeiðum. Tað er eitt krav, at tann ið fær prógv um trygdarskeið, skal venda einum 16 mans gummibáti. Eg skilti á lagnum, at hetta ongantíð er ført út í lívið – og gott tað sama, tí tað er langt frá tað torførasta á einum slíkum skeiði.

Eg fekk at vita frá lærarum á staðnum, at teir heldur høvdu havt trupulleikar av teimum 16 ára gomlu, sum komu á skeiðið, enn monnum í aldrinum frá 65 til 74. Hesir seinastu kláraðu seg ofta betur enn teir yngru. Tað liggur fólkaheilsuráðnum á sinni, at okkurt munagott verður gjørt millum næmingarnar serliga í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, at hesir eru til reiðar at fara út í lívið, tá verður hugsað um, at næmingarnir er fysiskt betur fyri, enn teir eru í dag. Sjálvandi eru teir næmingar væl fyri, sum íðkað ítrótt, men tað er langt frá allir, sum gera tað.

Tað sama kom eisini fram á Fólkaheilsudegnum, sum hildin varð á Hotell Føroyum í januar. At generelt  er venjingarstigið og konditiónin hjá næmingum ikki nøktandi, tá hugsað verður um komani sjúkur m.a. diabetis2, sum kann koma seinni í lívinum. Menn rokna við, at hesir trupulleikar longu byrja í skúlaaldri. Hetta er kortini langt frá galdandi fyri allar næmingar, nevniliga teir, ið íðka ítrótt. Kortini eru tað teir ið detta “niður ímillum”, sum ikki røra seg nóg mikið – tað er longu ein dialogur við skúlan um hesi viðurskifti.

Trygdarskeiðini stóran týdning

 

Innihaldið av trygdarskeiðnum er:

 

Alarmar og mynstring í neyðstøðu, sum merkir, hvat hvør maður ger í sambandi við tær ymisku støðurnar, hvar hann skal møta og hvør hansara uppgáva er o.s.fr.

 

Ein gjøgnumgongd av gummibjargingarbátinum og hvør útgerð, ið finst umborð á hesum.

Tann persónliga trygdin, sum drakt, vestur og tað sum har tilhoyrir.

 

Stórur dentur verður lagdur á at gera praktiskar venjingar við gummibátinum og bjargingarútgerðini, har tú skalt einsamallur maður venda gummibátinum, til hetta lærir tú teknikkin aftanfyri, har styrki ikki verður brúkt, men bert kropsvektin.

 

Tú sleppur at leypa í havið, tú verður heysaður upp úr sjónum og lærir annars at handfara støðuna, tá tú einsamallur – bert tú - liggur har í einari yvirlivilsisdrakt á havinum – sigst vera sera einsligt . Afturat hesum verður tú lærdur fyrstuhjálp.

 

Tað skilst, eftir at hava prátað við nógvar sjómenn, at hóast trygdarskeið er kravt, so er enn langt á mál, til venjingar eru dagligur dagur umborð á føroyskum fiskiskipum. Menn sakna, at venjingar verða gjørdar, so sum at gera royndir við trygdarútgerðina, lata seg í draktirnar, ella at koyra slangurnar út, sum verða brúktar í sambandi við eld, soleiðis at tú ert til reiðar tá neyðstøðan er har og vandi er á ferð. Tíverri er tað ikki siður umborð á føroyskum skipum at hugsa um trygdina í nóg stóran mun, at venjingar eisini verða partur av gerandisdegnum.

Tó, sera nógv er hent seinastu árini í sambandi við trygd á sjónum, og Fólkaheilsuráðið sær hetta sum ein kærkomnan møguleika at samskifta og samarbeiða við tey, sum arbeiða fyri trygd á sjónum.