18. desember 2014

Tilmæli um orkudrykkir

Fólkaheilsuráðið hevur í dag sent Landsstýrismanninum í heilsumálum tilmæli um orkudrykkir. Børn og ung eru farin at drekka orkudrykkir sum sodavatn.

Fólkaheilsuráðið hevur í dag sent Landsstýrismanninum í heilsumálum tilmæli um orkudrykkir. Børn og ung eru farin at drekka orkudrykkir sum sodavatn, og á handilshillunum standa orkudrykkir lið um lið við sodavatn og aðrar leskidrykkir. Hóast merking er á fløskunum og dósunum, so er ongin kunning um munin millum orkudrykkir og aðrar drykkir. Í tilmælinum mælir Fólkaheilsuráðið til, at orkudrykkir eiga at standa fyri seg í føroyskum handlum, tí teir kunnu vera heilsuskaðiligir í stórum nøgdum, serliga saman við rúsdrekka. Eisini mælir Fólkaheilsuráðið frá, at børn og ung undir 18 ár drekka orkudrykkir. Foreldur eiga eisini at halda eyga við, um børn teirra drekka orkudrykkir, og kunnast um, at orkudrykkir kunnu vera heilsuskaðiligir. Fólkaheilsuráðið metir tó ikki grundarlag er fyri at forbjóða orkudrykkjum.

Sjálvt tilmælið og grundarlagið fyri tilmæli kann lesast í viðheftu fílu.