17. november 2014

Tað er kul at telja fet!

Fólkaheilsuráðið er farið undir átak, sum skal stimbra undir rørsluna hjá 6. floks næmingum í øllum landinum. Í Danmark vísa tøl, at tveir triðingar av donskum ungum millum 12-17 ár røra seg ikki dagliga. Líknandi føroysk tøl vísa, at uml. 55% av føroyskum ungdómi ikki røra seg dagliga.

Fólkaheilsuráðið er farið undir átak, sum skal stimbra undir rørsluna hjá 6. floks næmingum í øllum landinum.

Í Danmark vísa tøl, at tveir triðingar av donskum ungum millum 12-17 ár røra seg ikki dagliga. Líknandi føroysk tøl vísa, at uml. 55% av føroyskum ungdómi ikki røra seg dagliga. Og millum annað orsakað av tí, er rørsla vorðin ein stórur partur av nýggju donsku skúlaskipanini, har tað er krav, at næmingarnir røra seg minst 45 minuttir um dagin í miðal.            

Ein spennandi broyting, sum Fólkaheilsuráðið tekur undir við, tí rørsla og innlæringsevnið er tætt knýtt saman. Kanningar  vísa, at tey sum røra seg hava lættari við at hugsavna seg og harvið læra.

Tí vil Fólkaheilsuráðið eggja teimum ungu til at røra seg. Nógv íðka ymsan ítrótt, men telda, teldlar og sjónvarpsskíggin eta nógv av tíðini hjá okkara ungdómi.

Vit fara nú at skipa fyri eini fetteljarakapping fyri allar 6. flokkar í Føroyum. Tað vil siga, at fleiri enn 700 ung fara at kappast og telja fet í tríggjar vikur.

Kappingin byrjaði fyri eini viku síðani og heldur áfram til og við 28. november 2014.

Kappingin hevur fleiri endamál. Eitt er at vísa á týdningin av dagligari rørslu, serliga nú vit vita, at rørsla og innlæringsevnini hava tætt samband við hvørt annað. Eisini skal kappingin vísa á, hvussu skjótt tað er, at tú ikki rørir teg nóg mikið hvønn dag.  

Á rørsluøkinum hevur Fólkaheilsuráðið í ár roynt at fáa fólk, ið ikki røra seg serliga nógv til at røra seg eitt sindur, ásannandi at nakað av rørslu er munandi betri enn als onki at gera.