19. mars 2013

Sølan av tubbaki fallin við meira enn 10 prosentum í januar

Undan jólum fór Fólkaheilsuráðið í holt við eitt átak, har roykjarar, ið vóru sinnaðir at leggja av, fingu møguleikan at melda seg til eina SMS-skipan, har teir kundu fáa eini stimbrandi boð.

Sølan av tubbaki fallin við meira enn 10 prosentum í januar.

Undan jólum fór Fólkaheilsuráðið í holt við eitt átak, har roykjarar, ið vóru sinnaðir at leggja av, fingu møguleikan at melda seg til eina SMS-skipan, har teir kundu fáa eini stimbrandi boð, hvønn dag í gott og væl ein mánað og eftirfylgjandi eitt ella tvey sms um vikuna tær næstu áttu vikurnar. Talið av teimum, sum vóru tilmeldað, var væl omanfyri túsund, og eini sekshundrað vóru við allan vegin ígjøgnum og heilt til endans.

Tá eingin kanning er knýtt at átakinum, er ilt at meta um, hvussu nógv koma ígjøgnum roykfrí í hinum endanum. Tó so, hagtøl aðrastaðnis benda á, at ein góð helvt av teimum, sum er tilmeldað slíka skipan, gjøgnumførir roykistoppið.

Ein onnur ábending er innflutningur av tubbaki, men her er so mikið av tíðarmuni millum veitingarnar, sum koma higar til lands, og tíðarskeiðið, tá sjálv sølan fer fram, so tað er ikki tað, tú í fyrstu atløgu kanst brúka til at gera metingar eftir, hvussu stórt brúkið av tubbaki er.

Harafturímóti er sølan av tubbaki verd at hefta seg við, tá krambúðir og samtøk annars hava neyv hagtøl yvir søluna. T.d. hava vit fingið ábendingar frá einum samtaki, at sølan av tubbaki hjá teimum er farin rættiliga nógv niður, tá hugt verður at tølunum frá viku 1 til viku 9 í ár. Her er sølan minkað við meira enn 10 prosentum fyri hetta tíðarskeiðið. Tó skal tað fyrivarni nevnast, at hetta er bert fyri tveir av handlunum, sum eru ávikavist í Klaksvík og Havnini, men hetta er ivaleyst umboðandi fyri søluna sum heild fyri hetta tíðarskeiðið, men tað vita vit kortini ikki. Vit gleðast sjálvandi um hesa afturgongd í søluni hjá krambúðunum og vóna, at tær fara at selja so mikið meira av frukt og grønmeti í staðin. Í hvussu so er, mæla vit fólki til at seta okkurt gott í staðin fyri tubbakið – her er frukt og grønmeti eitt gott boð.

Sum sagt, fleiri enn 1000 meldaðu seg til skipanina, sum er púra ókeypis. Fólkaheilsuráðið er sera væl nøgt við, at so mong hava tikið undir við hesum átakinum, og vísir á, at enn ber til at vera við.

Vit rokna við, at eini 600 fara at koma á mál við sínum ætlanum hesa ferð. Sostatt skuldi átakið fingið tølini fyri roykjarar at fallið munandi í ár. Við sølutølunum sum grundgeving saman við royndunum aðrastaðnis, so kunnu vit vóna at síggja eina niðurgongd við umleið fýra prosentum í ár.


Fólk kunnu framvegis melda seg til hetta komandi hálva árið. Tú kanst byrja nær tað skal vera.

Melda til við at senda eitt sms við tekstinum “gevst” til 1919
www.folkaheilsa.fo