29. september 2013

Pál Weihe heiraður

Á Vísindavøkuni fríggjakvøldið varð heiðurslønin fyri framúr góða almenna miðling av gransking 2013 latin Páli Weihe, yvirlækna og granskara. Saman við heiðursbrævinum fylgdi ein kekkur uppá kr. 5.000.

Á Vísindavøkuni fríggjakvøldið varð heiðurslønin fyri framúr góða almenna miðling av gransking 2013 latin Páli Weihe, yvirlækna og granskara. Saman við heiðursbrævinum fylgdi ein kekkur uppá kr. 5.000.
Almenn miðling av gransking er ikki einføld, tí evnini ofta eru bæði umfatandi og torskild. Tað skulu tí serligir førleikar til at miðla alment. Hesar førleikar vil Granskingarráðið seta ljóskastaran á við at lata eina heiðursløn á Vísindavøkuni. 
Vit heittu á fólk um at senda okkum uppskot við grundgevingum. Tá freistin var úti, vóru komin 17 ymisk uppskot um fólk, sum kundu verið heiðrað fyri síni evni og avrik. Summi vóru í uppskoti fleiri ferðir. Talan var bæði um granskarar, miðlafólk og onnur, sum arbeiða við gransking dagliga.
Í dómsnevndin sum skuldi velja, hvør skuldi heiðrast í ár vóru umboð fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið. Hesi vóru Ingrid Bjarnastein, Malan Marnersdóttir og Annika Sølvará.
Dómsnevndin var samd um, at fleiri av teimum í uppskoti høvdu uppiborið at verið heiðrað. Tað var serliga tætt millum tveir kandidatar og hvør skuldi fáa heiðurin valdaðist, hvat denturin serliga varð lagdur á.
Tað var Malan Marnersdóttir, sum vegna dómsnevndina handaði Páli Weihe heiðurslønina. Hon segði soleiðis: 
“Eftir at hava lisið uppskotini við grundgevingum og eftir at hava umrøtt, hvat serliga skuldi takast fram, samdist dómsnevndin um at heiðra ein granskara, sum áhaldandi hevur miðlað gransking og granskingarúrslit hjá sær sjálvum og øðrum í almenna rúminum, í samskifti við myndugleikar og andlit til andlits við borgarar.
Dómsnevndin letur miðlaheiðurslønina 2013 fyri framúr góða almenna miðling av gransking til Pál Weihe, yvirlækna og granskara.
Í meira enn 20 ár hevur Pál arbeitt við arbeiðsmedisini, fólkaheilsu og umhvørvislæknafrøði. Hann hevur kannað føðsluvirði í grind og hevur út frá úrslitunum mælt fólki frá at eta tvøst og spik. Hann hevur sett ein hóp av øðrum kanningum í verk um, hvussu umhvørvið ávirkar lívsumstøðurnar og heilsuna hjá fólki. Nógvar vísindaligar greinir eru komnar burtur úr hesum, men eisini kunningin fyri almenninginum í Føroyum hevur verið greið og frálík. Gjøgnum tíðindamiðlarnar frætta vit tíðum frá Páli um árin frá umhvørvisdálking, um sukursjúku, parkisonsjúku, dygdina í sáðnum hjá føroyskum monnum og um heilsustøðuna hjá sjómonnum. Í tilfarinum, sum Pál og starvsfelagar hansara hava savnað, er hópin av øðrum granskingarevnum at finna, ið liggja og bíða eftir viðgerð - eitt nú menningar- og lærutilgongdir hjá børnum.
Hjá Páli ganga tað vísindaliga og fólksliga fyribyrgjandi arbeiðið hond í hond. Hann hevur frá tíðliga á starvsleiðini verið virkin í Tubbaksráðnum, AIDS-ráðnum, Rúsdrekkaráðnum og er nú formaður í Fólkaheilsuráðnum
Ein teirra, ið mælir til at geva Páli miðlaheiðurslønina, leggur dent á, at hann hevur verið ótroyttiligur í síni roynd at miðla sína vitan til føroyska fólkið. Hann hevur mangan staðið fyri skotum, bæði frá lærdum og ólærdum (“vanliga” føroyinginum og frá øðrum serfrøðingum), serliga í sambandi við grindakanningarnar. Hetta er gransking, ið krevur mót, tí hetta røkkur inn í føroysku fólkasálina.
Pál hevur sagt, at hansara drívmegi, umframt tað heilsufrøðiliga, er, at um føroyingar skulu tosa um tjóðarbygging, so er vitan og gransking vegurin fram, vísir uppskotsstillarin á.
Ein annar, ið hevur mælt til at geva Páli miðlaheiðurslønina, leggur dent á, at Pál er virkin og úttalar seg altíð við áhugaverdum og góðum grundgevingum. Tónin er altíð sakligur, hóast onnur kanska ikki altíð eru saklig mótvegis honum. Nógv fólk eru umfatað av gransking hansara og kunnu tí fyrihalda seg ítøkiliga til granskingarúrslitini. Uppskotstillarin vísir á, at bara í teirra húsi og vinaskara eru tey sjálvi, børn, ommur og svigarmammur, vinkonur og teirra børn, systkinabørn hjá børnum og systkinabørn hjá teimum sjálvum, øll beinleiðis við í kanningunum.
Nevndin hevur í valinum lagt dent á tað, sum týðiliga gongur aftur í fleiri av tilmælunum:
- at Pál sum fáur er tilvitaður um tann stóra týdningin sum almenna miðlingin av gransking hevur
- at Pál er altíð fúsur at greiða frá, kjakast og og svara fólki, bæði í miðlunum, til tiltøk og persónliga.
- at Pál er áhaldandi og sakligur í síni miðling, eisini tá ógvusligar skolur og ósaklig svar eru at hoyra.
Vegna nevndina fari eg at heita á Pál Weihe um at koma og taka ímóti ársins heiðursløn fyri framúr góða almenna miðling av gransking.”
Síðani handaði hon Páli Weihe heiðursbrævið.  
Hetta er aðru ferð, at heiðurslønin varð handað. Í fjør var tað Dorete Bloch, professari í lívfrøði, sum fekk heiðurin. Fríggjakvøldið var hon gestur í Vangamyndini hjá Degi og Viku.
kelda: Granskingarráðið