01. mai 2013

Pál Weihe: Heilsuvika

Tá menn rokast og koyra á, verða teir róstir. Ein “pressari” siga vit viðurkennandi. Og nógvir eru teir í Norðuroyggjum. Ikki bara menn, men óførar kvinnur við.

Heilsuvika í Klaksvík - 30. apríl  - 4. mai 2013

Tíð til heilsurøkt ella tíð til sjúkrarøkt.

Tá menn rokast og koyra á, verða teir róstir. Ein “pressari” siga vit viðurkennandi. Og nógvir eru teir í Norðuroyggjum. Ikki bara menn, men óførar kvinnur við. Eitt gamalt orðatak sigur, at um tú ikki tekur tær stundir at røkja tína heilsu, so mást tú finna teg í at brúka tíð at vera sjúkur og skerdur. Ikki tí at vit ráða yvir øllum sjúkum sjálvi - tað gera vit so langt frá, tí summar sjúkur og brek eru okkum í holdi borið, og tað kunnu vit onki gera við, annað enn vóna at viðgerðin virkar. Vandan fyri summum sjúkum kunnu vit tó í stóran mun sjálvi gera nakað við. Her hugsi eg um tær sjúkur, sum standast av royking og ov lítlari likamsrørslu. Vit eru ikki skapt til at anda roykin frá logandi sátum av turkaðaðri plantu niður í okkum. Tað førir til krabba og æðrakálking – sum eru megintjóvarnir av liviárum og orsøkin til deyða og avlamni longu í miðum árum. Vit eru heldur ikki skapt til at sita still við eitt skriviborð frammanfyri eini teldu. Nei, okkara kroppur hevur brúk fyri, at vit røra okkum, um stoffskiftið skal vera, sum tað eigur og ikki snara ímóti sukursjúku við øllum tí, sum hon hevur við sær av árinum á æðrar og nervar – serliga í eygum, nýrum og beinum, men eisini í hjarta og heila.

Vit á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava júst gjørt umfatandi kanning av sukursjúku í Føroyum. Vit hava eisini verið her norðuri í Klaksvík, so onkur tykkara sum lýður á í dag, hevur helst luttikið. Undirtøkan bæði her og um alt landið var stak góð – og lat meg nýta høvið at siga takk fyri tað. Vit hava roknað okkum fram til, at uml. fjórði hvør millum fjøruti og fýrs hevur antin sukursjúku ella eitt forstadium til sukursjúku. Umleið 15% av øllum millum 40 og 79 ár hava typu 2 diabetes, og tað eru týðiliga fleiri menn enn kvinnur, sum dragast við hetta ólag í sukurstoffskiftinum.

Hvat gera vit so við hesa vitan? Jú, sjálvandi eiga øll at fáa greinað, um tey hava sjúkuna ella forstadium og so verða viðgjørd. Tey góðu tíðindini eru so, at her ber væl til at fyribyrgja við at røra seg. Í hesum ljósi hevur eitt átak sum Heilsuvikan í Klaksvík alstóran týdning: Nógv ymisk tilboð um likamsrørslu saman við øðrum ella einsamallur.

Eg kann ikki lata vera við at tríva aftur í eina kanning, sum vit í Fólkaheilsuráðnum gjørdu í vár, og tað er hon, um hvussu vit føroyingar trívast her á landi. Eftir langt heyst og langan vetur, har vit støðugt hava haft døpru tølini um fráflytingina av unga fólkinum, serliga kvinnunum á lofti, valdu vit í Fólkaheilsuráðnum at skipa fyri eini kanning av, hvussu fólkið trívist. Vit brúktu júst somu spurningar, sum onnur burtur í londum hava brúkt. Men úrslitið var nakað heilt annað, enn vit væntaðu og øttaðust: Á einum skala frá 0 til 10 har 0 er tað ringasta lívið, tú kanst ímyndað tær og 10 tað besta, har endaðu vit føroyingar á 7,9 í miðal, sum er tað hægsta, sum enn er funnið. Eg skal ikki her fara í smálutir, men kanningin er sum heild stak positiv um næstan øll fyribrygdi. Hugsa tykkum, at okkara landsmenn siga, at teir eru meira nøgdir við lívið enn grannar okkara bæði nær og fjar. “Lykken er ikke det værste man har... ”sum Benny Andersen kvøður í Svantes lykkelige dag. Men eydnusom eru vit altso, helst av nógvum, nógvum grundum, sum eg als ikki eri førur fyri at greina.

Vegna Fólkaheilsuráðið fari eg at ynskja norðoyingum tillukku við teimum heilsuátøkum, sum stig eru tikin til hesi seinastu árini, og sum mær kunnugt hava fingið góða undirtøku. Í dag fari eg so serliga at ynskja tillukku við Heilsuvikuni. Nú so góður sjøtul er settur á fólkaheilsuarbeiðið í Norðoyggjum, fari eg at ynskja øllum teimum, sum eru við til at taka stig til átøk heilsuni at gagni, veri tað seg kommunalir myndugleikar, ítróttarfeløg, samkomur ella einstaklingar, góðan byr við arbeiðinum. Tí betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Um tað ikki ber til at gevast heilt at roykja ella fara út at renna fleiri ferðir um vikuna, hjálpir tað eisini at minka um roykingina og gera ørindi til gongu, heldur enn í bili. Tí allur bati bøtur.