26. mai 2019

Nýggjur faldari við ítøkiligum loysnum til ta góðu móttøkuna í felagsskapum

Á einum ABC samstarvsfundi seint í fjør, legði Fólkaheilsuráðið ein danskan faldara fram fyri samstarvsfeløgunum í verkætlan okkara ABC fyri sálarliga heilsu. Hetta var við ynski um at gera ein tílíkan faldara á føroyskum, ið skuldi verða knýttur at føroyskum viðurskiftum. Faldarin snúði seg um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í ymiskum felagsskapum.

Á einum ABC samstarvsfundi seint í fjør, legði Fólkaheilsuráðið ein danskan faldara fram fyri samstarvsfeløgunum í verkætlan okkara ABC fyri sálarliga heilsu. Hetta var við ynski um at gera ein tílíkan faldara á føroyskum, ið skuldi verða knýttur at føroyskum viðurskiftum.  Faldarin snúði seg um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í ymiskum felagsskapum.

Samstarvsfelagarnir í Føroyum vístu hesum hugskoti stóran ans, og Ítróttarsamband Føroya og skótarnir tóku beinanvegin stig til at gera ein tílíkan faldara í Føroyum. Hetta hevur ført við sær, at Ítróttarsamband Føroya saman við Føroya Ungdómsráð hevur arbeitt miðvíst við eini føroyskari útgávu av hesum faldara fyri at leggja dent á trivnaðin í felagsskapum. Bæði ÍSF og FUR vara av nógvum sjálvbodnum frítíðarvirksemi, og tí gleðast vit um at tey við síni vitan og royndum innan økið og vit við okkara vitan úr ABC fyri sálarliga heilsu, kunnu senda hetta nýggja ítøkiliga amboðið beinleiðis til ymiskar felagsskapir í Føroyum.

Tryggja góða móttøku
Vit ynskja øll at hava kensluna: ”Her havi eg hug at koma aftur”, tá ið vit eru byrjaði í einum nýggjum felagsskapi. Tíverri er tað ikki altíð so, men í nýggja faldaranum, sum FUR og ÍSF hava gjørt, í samstarvi við ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í sínum felagi ella felagsskapi.

Dømi frá felagsskapum
Í faldaranum, sum ber heitið ”TAK VÆL ÍMÓTI” eru 4 dømi frá felagsskapum innan sjálvboðið frítíðarvirksemi í Føroyum. Harafturat eru punkt undir hvørjum dømi við gerðum og loysnum. Eisini eru spurningar, sum mælt verður til, at felagsskapir taka upp og arbeiða við í felag, fyri at tryggja ta góðu móttøkuna.

Smáar gerðir gera stóran mun
Vit skulu leggja okkum í geyma, at ofta eru tað tær smáu einføldu gerðirnar, sum kunnu gera stóran mun. Faldarin vendir sær til limir, íðkarar og leiðarar í felagsskapum og til nevndarlimir, foreldur, venjarar, undirvísarar og hjálparfólk – t.e. øll tey, sum møta nýggjum limum ella luttakarum í felagsskapinum.

Faldarin kann skapa enn betur grundarlag fyri, at feløgini draga til sín og fasthalda nýggjar limir, leiðarar og aðra sjálvbodna hjálp, sum feløgini hava tørv á fyri, at kunna trívast og mennast.


Vit vóna, at hesin faldarin verður viðvirkandi til at økja tilvitanina úti í felagsskapunum og geva ítøkiligar loysnir til ta góðu móttøkuna.

Hesin faldarin kann brúkast sum eitt amboð til at arbeiða við ABC boðskapunum, og sostatt skapa góða sálarliga heilsu millum fólk í ymisku feløgunum og felagsskapunum í Føroyum.

Faldarin fæst við at venda sær til Ítróttasamband Føroya ella Føroya Ungdómsráð.

Eisini kann faldarin heintast á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum, ÍSF og FUR við hesi leinkju: https://bit.ly/2VKAEat