25. mai 2017

Melda til Fólkaheilsurenning

Startnummur fáast á torginum í SMS fríggjadagin 2. juni, ella á Snarskivuni beint undan renningini leygardagin á Vaglinum.

Fólkaheilsurenningin verður leygardagin 3. juni kl. 13 og byrjað verður á Vaglinum. Kom við, tú kanst eisini ganga teinin, sum er 5 km til longdar.

Tey sum ikki hava heintað sítt startnummar, kunnu gera tað í dag millum kl. 11.15 og 12.00. Tey skulu heintast í Snarskivuni niðri á Vaglinum.

Tú kanst melda til fólkaheilsurenningina í dag millum kl. 11.15 og 12 í Snarskivuni á Vaglinum.

Vit ynskja øllum ein góðan túr