07. juli 2009

Komið og roynið onkra ítróttagrein í heystfrítíðini

Í sambandi við Rørsluárið skipar Ítróttasamband Føroya saman við Fólkaheilsuráðnum fyri, at heystfrítíðin hjá skúlunum kann verða merkt av rørslu, ið skal geva øllum góðar upplivingar. Nøkur ítróttarfeløg í Føroyum fara at “lata felagið upp”.

Í sambandi við Rørsluárið skipar Ítróttasamband Føroya saman við Fólkaheilsuráðnum fyri, at heystfrítíðin hjá skúlunum kann verða merkt av rørslu, ið skal geva øllum góðar upplivingar.

Nøkur ítróttarfeløg í Føroyum fara at “lata felagið upp”.

Tey fara at skipa fyri tiltøkum, har øll fólk, eisini tey, ið ikki eru limir í felagnum, fáa høvi at royna ítróttina, sum tey varða av.
Skúlabørnini hava frí hesar dagar, og tí er tað serliga til teirra, vit venda okkum, men øll eru vælkomin til tiltøkini, eisini foreldur og ommur og abbar.

Eitt hugskot er, at “tvey/trý ættarlið royna seg”. T.v.s. at foreldur kunnu royna seg saman við børnunum.
Nýtið hetta høvið, nú rørsluár er, at royna onkra ítrótt, sum tit kanska ikki hava roynt og merk, hvussu stuttligt og gott tað er, at vera aktiv/ur.

Roynið ymiskar ítróttagreinar kring landið, t.d. rógving í Norðdepli-Hvannasundi, bogaskjóting í Vágum, golf á Glyvursnesi, familjudag á Tórsbreyt og mangt annað.




 

Tiltøk í Heystfrítíðini – yvirlitið verður dagført so hvørt, so vitjið aftur.


12. okt. kl. 15-19
Miðvágs Badmintonfelag
16. oktober frá kl. 17 til 21 verður familjudagur í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Øll eru vælkomin, børn, foreldur, ommur og abbar. Á skránni vera kappingar og spøl fyri øll – tað nýtist ikki at duga spølini áðrenn. Vit bjóða eisini kaffi o.a.

13. okt. kl. 14-16
Havnar Tennisfelag
Øll sum hava hug eru hjartaliga vælkomin at royna at spæla tennis, á Tennisvøllinum í Gundadali.
Fyrivarni má takast fyri veðriðnum, tí banin má ikki vera vátur.

13. okt.
Suðuroyar Svimjifelag:
kl. 13.30-14.30 á Tvøroyri og kl. 14.30-15.30 í Vági.
Øll eru vælkomin at royndarsvimja og hava tað stuttligt saman við Suðuroyar Svimjifelag.

14. okt.
Fuglafjarðar Svimjifelag
Kl. 17-18. 5 Flokkur og yngry.
Kl. 18-19. 6 Flokkur og eldri.
Kom og royndarven hjá FS og blív eina uppliving ríkari.
Sí meir á www.fsvim.com

14. okt. kl.16-18
Nordepils-Hvannasund Róðrarfelag
Felagið hevur bjargingarvestar.

14. okt. kl. 19-21
Bogaskjótifelagið ØRVUR
Vit hava opið hús - børn, foreldur, ommur og abbar eru vælkomin at royna bogaskjóting. Vit halda til í kjallarinum í NSÍ-høllini.

15.okt. kl.14
VB - súkkling
Øll eru vælkomin við súkklutúr. Vit møtast í VB-húsinum.

15. okt. kl. 16-19
Róðrarfelagið Knørrur
Familjurógving á Havnar vág. Øll kunnu koma, bæði børn, foreldur, ommur og abbar. Møta í neystinum á Skálatrøð. Felagið hevur bjargingarvestar. Sí meir á www.rk.fo

15. okt. kl. 18-20
Bogaskjótifelagið Vágaskot
Øll, ung sum eldri, eru vælkomin í fimleikahøllina í skúlanum á Giljanesi, at royna at skjóta við boga og píl.

15. okt. kl. 17-18
Bragdið
Familjudagur á Tórsbreyt. Ymisk sløg av rørslu vera á skránni.

15. okt. kl. 17-19
Bóltfelagið ROYN – borðtennis
Opið hús í Roynhøllini. Børn, foreldur, ommur og abbar eru hjartaliga vælkomin at hoyra um og spæla borðtennis.

15. okt. kl. 14-18
Mjølnir í fimleikahøllini
Øll, børn, foreldur ommur og abbar, eru vælkomin ein túr í fimleikahøllina. Á skránni vera ymisk spøl og annars fara vit at hugna okkum og hava tað stuttligt.

15. okt.
Suðuroyar Svimjifelag:
kl. 13.30-14.30 á Tvøroyri og kl. 14.30-15.30 í Vági
Øll eru vælkomin at royndarsvimja og hava tað stuttligt saman við Suðuroyar Svimjifelag.

16. okt. kl.16-18
Nordepils-Hvannasund Róðrarfelag
Familjurógving. Til ber hjá øllum at koma, bæði børn, foreldur, ommur og abbar. Felagið hevur bjargingarvestar.

16. okt. kl. 17-21
Miðvágs Badmintonfelag
Familjudagur í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Øll eru vælkomin, børn, foreldur, ommur og abbar. Á skránni vera kappingar og spøl fyri øll – tað nýtist ikki at duga spølini áðrenn. Vit bjóða eisini kaffi o.a.

16. okt. kl. 10-16
Tórshavnar Golfklubbi úti á Glyvursnesið
Tórshavnar Golfklubbi úti á Glyvursnesið
Møguleiki hjá ungum sum eldri at royna golfítróttina. Fólk úr Tórshavnar Golfklubba læra frá sær um grundsløg o.a. Eisini verður møguleiki fyri at skipa fyri eini golfkapping fyri teimum ungu, ið hava roynt at spælt golf áður.

17. okt. kl. 10-16
Tórshavnar Golfklubbi úti á Glyvursnesið
Møguleiki hjá ungum sum eldri at royna golfítróttina. Fólk úr Tórshavnar Golfklubba læra frá sær um grundsløg o.a. Eisini verður møguleiki fyri at skipa fyri eini golfkapping fyri teimum ungu, ið hava roynt at spælt golf áður.


Neistin hevur honbóltskúla fyri Neista-børnum.

H71 hevur hondbóltskúla fyri øllum børnum og ungum í Føroyum.