28. mai 2018

Kastið tubbakið á bálið komandi hósdag

Í Føroyum verður roykt árliga umleið 55 tons av tubbaki. Í Føroyum verður roykt árliga fyri umleið 120 milliónir krónur.

Í brævi í dag til Kommunurnar kring landið, heita vit á tær um at hjálpa fólki komandi hósdag, sum er altjóða roykfríur dagur, at gera enda á tubbakinum og lata tað fara upp í royk á ein øðrvísi hátt enn vanligt.

Vit hava brent 1,2 tons av hoyggi í farnu viku, hetta fyri at vísa á, hvussu nógv verður roykt í Føroyum uppá eina viku. Vit heita á kommunurnar um at gera bál, so fólk fær henda møguleikan, nevniliga at kasta tubbakið á bálið.

Niðurteljingin er byrjað:

“Tað eru tríggir dagar, til tú ert roykfríur”


Fakta:

Í Føroyum verður roykt árliga umleið 55 tons av tubbaki.
Í Føroyum verður roykt árliga fyri umleið 120 milliónir krónur.