04. februar 2020

Hvussu tosa vit við okkara ungu um seksualtitet?

Við hesum tiltakinum vóna vit at fáa eitt kjak í lag og møguliga fáa svar uppá, um hetta er ein leistur, sum kann arbeiðast víðari við, soleiðis at øll ung á miðnámi fáa eina slíka undirvísing í framtíðini.

Í Perluni hóskvøldið 6. februar
Hesa vikuna fáa fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum í Føroyum seksualundirvísing. Í hesum sambandi hava vit eisini eitt tiltak fyri fakfólki, foreldrum og avvarðandi:

  • í Perluni
  • hóskvøldið 6. februar
  • kl. 19.30 til 21.00


Evni:
Hvussu tosa vit við okkara ungu um seksualitet?


Skrá: 

  • Úrslit frá serritgerðini “Keldur til seksualvitan hjá føroyskum ungum” - Marin
  • Hvat er Kyn, og hvussu hava vit fyrireika okkum til Viku Sex - Marin, Bjørt, Turið
  • Undirvísingin í Viku Sex- 2 undirvísarar
  • Royna eitt brot av undirvísingini á áhoyrararnar - Undirvísarar
  • Eftirmeting - Marin, Bjørt og Turið
  • Steðgur - kaffi, te og vatn og okkurt gott afturvið. 
  • Spurningar og kjak

Við hesum tiltakinum vóna vit at fáa eitt kjak í lag og møguliga fáa svar uppá, um hetta er ein leistur, sum kann arbeiðast víðari við, soleiðis at øll ung á miðnámi fáa eina slíka undirvísing í framtíðini. Hvat halda fakfólk? hvat halda tey ungu? 

Kom oman í Perluna hóskvøldið, um tú kundi hugsað tær at vita meira ella hevur eina meining um hetta evnið.

Tiltakið er ókeypis 


Vegna fyriskipararnar

Apoteksverkið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá!