04. januar 2019

Hevur tú uppskot til Fólkaheilsuvirðislønina 2019?

Send uppskot inn í seinasta lagi 9. Januar 2019. Sirið Stenberg fer í sambandi við Fólkaheilsuráðstevnuna 11. januar at handa eina Fólkaheilsuvirðisløn. Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan.

- Send uppskot inn í seinasta lagi 9. Januar 2019

Sirið Stenberg fer í sambandi við Fólkaheilsuráðstevnuna 11. januar at handa eina Fólkaheilsuvirðisløn. Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan.

Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt nakað munagott innan heilsufremjan. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá fólki. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar o.s.fr.  Øll kunnu tilevna, hvør skal hava virðislønina. Ein dómsnevnd tekur støðu til, hvør fær heiðurin. Hvør fær ársins Fólkaheilsuvirðisløn verður avdúkað á Fólkaheilsuráðstevnuni 11. januar 2019.

Seinasta freist at lata uppskot inn er mikudagin 9. januar.