02. juni 2020

Gult merkir reytt

”Endamálið við ársins átaki er at røkka teimum ungu, og tí fara vit hagar, sum tey ungu eru,” siga fyriskipararnir.

Nú er summarið komið, og tað merkir, at vit aftur fara at tosa um sex.

Undir heitinum “Gult merkir reytt” fer eitt nýtt upplýsingarátak í gongd hesa vikuna.

Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum. Saman kalla hesi seg Sex krevur samtykki samstarvið, ella bara SKS-samstarvið, og hetta er nú fimta summar á rað, at skipað verður fyri kampanjum at upplýsa um samtykki.

Reytt merkir nei. Grønt merkir ja. Hvat merkir so gult? Kanska? Bíða? Okey, meðni?

Nei, GULT MERKIR REYTT! Hetta herróp ella slogan skal undirstrika, at sex krevur samtykki. Tað er einki, sum eitur kanska, men einans ja ella nei.

Kampanjan fer í ár serliga at koyra á sosialu miðlunum sum Instagram og Facebook.

”Endamálið við ársins átaki er at røkka teimum ungu, og tí fara vit hagar, sum tey ungu eru,” siga fyriskipararnir.

Samtykki samstarvið fyllir í ár fimm ár:
2016: Sex krevur samtykki.
2017: Mynd krevur samtykki.
2018: Steðga haturstalu.
2019: Sex krevur samtykki við fokus á at tosa um sex.
2020: #samtykki – Gult merkir reytt.

Á Facebook síðuni “Samtykki” og á Instagram verða myndir og memes at síggja. Vit heita á fólk um at deila, umframt at tora at taka prátið bæði foreldur, børn og ung sínámillum. Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.

Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið