30. september 2017

Gallup Kanning 2017

Fólkaheilsuráðið hevur síðan 2002 staðið fyri árligum Gallupkanningum av fólkaheilsuni hjá føroyingum, har umleið 550 fólk verða spurd um heilsueyðkenni og heilsuvanar.

Royking:

Kanningin, sum var í september mánaði í ár, staðfestir, at roykingin hjá teimum vaksnu fall úr 28% niður í 22%. Umleið fimtihvør føroyingur eldri enn 18 ár roykir hvønn dag, svarandi til 22% dagligir roykjarar; í fjør vóru vit uppi á 28% dagligir roykjarar. Flestu roykjarar eru í aldursbólkinum 25-39 ár. 27% av føroyingum eldri enn 18 ár siga seg roykja av og á. Hetta er minni enn í 2003 (41%). Talan er her um eitt støðugt fall síðan 2003. Av teimum sum roykja av og á ella meira eru 2/3 sum roykja hvønn dag.

Rørsla:

Føroyingar røra seg ov lítið, og bert 22% røra seg í mun til tilmælini frá WHO. 10% av øllum føroyingum røra seg als ikki og eru tí í álvarsligum vanda fyri sjúkum, sum kropsligt óvirkni hevur við sær. Fleiri menn enn kvinnur røra seg í mun til altjóða tilmælini. 16% av føroyingum eldri enn 18 ár eru slett ikki regluliga kropsliga virknir, og hetta er minni enn í 2005 (28%).

Kostur:

Føroyingar eta frukt, grønmeti og fisk í somu nøgdum sum í 2003. Í mun til altjóða tilmæli eta umleið 90% av føroyingum nokk av fiski, men ov fá eta nóg mikið av grønmeti og frukt (ca. 50%).

Sjálvsmett heilsustøða:

Í mun til sjálvsmetta heilsustøðu, liggja føroyingar á sama stigi sum í 2014, men gleðiligt er, at tey ungu í 2017 meta seg at hava munandi betri heilsu, enn seinastu 3 árini. Tað er ein tendensur, at fólk í Vágunum meta seg at hava verri heilsu enn aðrastaðnis í landinum, meðan tey í Suðursteymoy meta seg hava bestu heilsuna.

Yvirvekt:

Føroyingar viga ov nógv. Meira enn helvtin av føroyingum viga ov nógv, og fimtihvør kann bólkast at vera tað, vit kalla feitur. Síðan 2003 er talið á feitum føroyingum næstan tvífaldað. Samstundis er ein tendensur til, at færri við normalari vekt eru í dag enn í 2003. Nógv fleiri kvinnur í Føroyum viga normalt, og nógv fleiri menn eru í bólkinum við yvirvekt og fiti. M.a. kann nevnast, at bert triðihvør maður í Føroyum vigar normalt. Tað eru serstakliga menn yvir 25 ár, sum viga ov nógv og eru í vanda fyri lívstílssjúkum, ið eru knýttar at yvirvekt.

Nýtsla av skíggjum:

Umleið helvtin av føroyingum nýta skíggjar meira enn 3 tímar dagliga í sambandi við sítt arbeiði. Á arbeiðsplássinum brúka menn skíggjar meira, enn kvinnur gera. Skíggjanýtslan á arbeiðsplássinum er størst hjá teimum 25-59 ára gomlu. Tríggir út av fýra føroyingum nýta skíggjar meira enn 3 tímar dagliga í frítíðini. Fjórðihvør í aldurbólkinum 15-24 ár brúka skíggjar meira enn 5 tímar dagliga í frítíðini. Samanumtikið eru hesi tøl alt ov høg og hanga ivaleyst saman við manglandi rørslu og yvirvekt.