03. juli 2009

Fólkaheilsuráðið við Múrin

Smitta er rættiliga vanlig, tí av teimum 1299, sum í fjør lótu seg kanna, varð staðfest, at 15 % vóru fongd.

Fólkaheilsuráðið hevur ein bás á tónleikafestivalinum í Kirkjubø. Endamálið er at gera vart við vandarnar av kynssjúkum og narkotika.

Hagtøl frá Landslæknanum benda á, at trupulleikin við kynssjúkuni, sum er elvd av klamydia er vaksandi. Tað ringa við hesi smittuni er, at tað ber til at vera smittaður við sjúkuni uttan at vita tað. Smitta er rættiliga vanlig, tí av teimum 1299, sum í fjør lótu seg kanna, varð staðfest, at 15 % vóru fongd. Smitta við klamydia kann føra við sær at fólk gerast lívssør, t.e. at tey ikki kunnu fáa børn.

Fólkaheilsuráðið fer tí at geva festivalluttakarunum eitt upplýsandi spurnablað, og hvørt kvøld verða trektir vinningar til teirra, sum svara rætt. Eisini verða hítir býttar út ókeypis, tí tær eru virkin verja móti kynssjúkum.

Til tess at gera vart við vandan við narkotika hevur ráðið í samstarvi við Apoteksverkið gjørt ein bókling, har greitt verður frá vandunum, ið standast av rúsevnisnýtlslu.

Tað er Malan Egholm, sjúkrarøktarfrøðingur og MPH, sum stendur fyri átakinum.