18. juni 2014

Fólkaheilsuráðið í Sandágerði

Fólkaheilsuráðið fer at bjóða brellbitar við fiski og rugbreyði í samband við, at árliga tiltakið "Summarsólstøður" er á skránni hóskvøldið 19.juni 2014.

Fólkaheilsuráðið fer at bjóða brellbitar við fiski og rugbreyði í samband við, at árliga tiltakið "Summarsólstøður" er á skránni hóskvøldið 19.juni 2014. 

Árliga miðsummarbálið verður tendrað eftir røðuna kl. 21.00, og øll, ið leggja leiðina framvið tjaldinum hjá okkum, kunnu royna leskiligu brellbitarnar av fullkornsrugbreyði við laksi og skyr-dressing. 

Tað er Hotel Hafnia, ið ger brellbitarnar fyri okkum, og uppskriftin er gjørd í samstarv við Fólkaheilsuráðið. Sjógæti stuðlar tiltakinum við at veita laks til endamálið, og PM Heilsøla veitir aðrar rávørur til framleiðsluna. 

Hetta tiltakið er liður í arbeiðnum hjá Fólkaheilsuráðnum við at eggja føroyingum til at eta meira fisk.