02. mars 2020

Føroyska verkætlanin “ABC fyri sálarliga heilsu” umrødd í kendum vísindaligum tíðarriti

Fyri stuttum kom grein í vísindaliga tíðarritinum, “Lancet Public Health”, har ABC-átakið í m.a. Føroyum er lýst, sum ein møguliga burðardygg heilsufremjandi verkætlan fyri sálarliga og sosiala heilsufremjan.

Monika Mohr hevur leitt ABC-verkætlanina

Fyri trimum árum síðani sjósetti Fólkaheilsuráðið verkætlanina “ABC fyri sálarliga heilsu”. Verkætlanin, sum arbeiðir fyri at stimbra fólki at taka lut í virksemi, ið mennir sálarligu heilsuna at menna síni sosialu sambond og at fremja virksemi, sum gevur meining, umframt at seta virksemi í verk, sum livir upp til ABC-boðskapin. Verkætlanin hevur verið ein sólskinssøgu uttan samanbering. Í dag eru um 25 ymiskir samstarvsfelagar úr føroyska samfelagnum, sum arbeiða saman við Fólkaheilsuráðnum at menna sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá føroyingum. ABC-konseptið er niðurfelt sum høgt raðfestingarøki í heildarætlanini fyri sálarliga heilsufremjan, sum varð handað Heilsumálaráðnum í 2018.

Føroyska ABC-átakið er áður nevnt fleiri ferðir í útlendskum miðlum og er lagt fram á útlendskum ráðstevnum, m.a. í Avstralia, sum dømi um eina heilsufremjandi verkætlan, sum er sett í verk í einum heilum samfelagi. Fyri stuttum kom grein í vísindaliga tíðarritinum, “Lancet Public Health”, har ABC-átakið í m.a. Føroyum er lýst, sum ein møguliga burðardygg heilsufremjandi verkætlan fyri sálarliga og sosiala heilsufremjan.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðum, sigur, at tað er júst breiði, almenni og einkulti ABC-boðskapurin, sum ger verkætlanina serstaka, fólksliga og samlandi. Hann fegnast um, at verkætlanin í Føroyum nú eisini verður tikin fram av øðrum sum ítøkiligt dømi um sálarliga og sosiala heilsufremjan í sterkum vísindaligum tíðarriti. Tað eru danskir, avstralskir og spanskir granskarar, sum hava skrivað greinina, sum kann lesast her (LINK).

Fólkaheilsuráðið