25. august 2020

Ferðafrásøgn frá Fríðu við Neyst

Í samband við átakið “Rørsla Føroyar”, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið hava skipað fyri í summar, hava vit fingið sendandi hesa ferðafrásøgnina frá vinnaranum av juli avbjóðingini; Fríða við Neyst. Vinningurin var eitt gávubræv á 5000,00 kr til ymiskar ferðaupplivingar í egnum landi.

Fríða sigur:

Har vóru nógvar spennandi upplivingar at velja ímillum á ferðist.fo. Vali fall á túrin, sum eitur “Gamla Hoyvík undir havskorpuni”. Har tað verður bjóða snorkling og brunch aftaná. Eg bjóðaði nøkrum vinkonum at vera við.

Vit møttu í Havnini á morgni og fingu útgerð. Tá vit høvdu latið okkum í, fóru vit oman í gomlu hoyvíkina. Veðrið var sera gott at snorkla í, og umstøðurnar vóru framúr góðar. Snorklingin gekk væl, og har var nógv vakurt og hugtakandi at síggja.

Tá vit høvdu snorkla í umleið hálvanannan  tíma, fóru vit upp á land aftur. Har fingu vit okkurt drekkandi áðrenn farið var niðan í Norðurlandahúsið har vit endaðu vit dagin við eini avbera góðari brunch frá “Systrar”.

Hetta var ein sera góð uppliving, og ein sera væleydnaður dagur.”

Vit takka Fríðu fyri myndirnar og frásøgnina, og vit gleðast um at Fríða fekk eina góða og minnisríka uppliving fyri vinningin.

Ferðafrásøgn