10. mai 2016

Etið saman

Fólkaheilsuráðið skipar fyri einum átaki fríggjadagin 20. mai, har dentur verður lagdur á mat og matgerð. Tað verður máltíðin sum heild, sum verður sett á breddan. Átakið hevur heitið "Etið saman".Fremstu kokkar í landinum fara at gera lættar og heilsugóðar skundverðar og møguleiki..

Fólkaheilsuráðið skipar fyri einum átaki  fríggjadagin 20. mai, har dentur verður lagdur á mat og matgerð. Tað verður máltíðin sum heild, sum verður sett á breddan. Átakið hevur heitið "Etið saman".
Fremstu  kokkar í landinum fara at gera lættar og heilsugóðar skundverðar og møguleiki verður fyri, at fólk kunnu koma framvið til eina hugnaligu løtu og hyggja at, ímeðan maturin verður gjørdur og royndarsmakka rættirnar.

Kom ein túr forbí fríggjadagin 20. Mai í:

Tórshavn        kl. 16.00-18.00 í Miklagarði        Leif Sørensen kokkast.
 

Tórshavn        kl. 16.00-18.00 uttanfyri FK        Gutti Winther og Snorri Paturson kokkast.
 

Miðvágur        kl. 16.00- 18.00 uttanfyri FK        Magnus Bech kokkast.
 

Tvøroyri        kl. 16.00-18.00 uttanfyri Bónus        Eyðstein Lyngvej kokkast.
 

Klaksvík        kl. 14.30-16.00 uttanfyri FK        Jóhanna á Tjaldrafløtti og Joan Sivertsen kokkast.

 

Fuglafjørður    kl. 16.00-18.00 uttanfyri FK        Poul Rustin kokkast. 

 

 

Samveran og tað at eta saman fyllir ikki nóg mikið í dagsins samfelag, og vit vita (hagfrøðisliga), at vit eta minni saman í dag enn fyri fáum árum síðani. Vit vita, at umleið 30% av tí, sum vit eta í dag, verður etið uttan fyri heimið, og vit vita eisini, at tað sum miðalborgarin etur uttan fyri heimið hevur lægri góðsku, enn tað, ið etið verður heima. Samstundis hava vit illgruna um, at modernaða familjan ofta etur hvør sær; og at elektronisk órógv (telefonir, ipadar, sjónvarp) eru partur av máltíðunum í nógvum familjun. Hetta meta vit kann órógva ta sosialu samveruna rundan um borðið, og tað órógvar sansaintrykkini, sum fylgja við tí at eta góðan mat. 
Vit vilja við átakinum kveikja hugin og geva íblástur til føroyingar, soleiðis at vit øll fáa árræði at vera aktiv og gera mat. Kanska serliga familjur, har børn og vaksin gera mat saman.