16. mai 2017

Etið saman

Fríggjadagin 19. mai kl. 15:30-17:30 skipar Fólkaheilsuráðið fyri átuliga átakinum "Etið saman", ið merkir at vera saman um matin, og at práta, lukta, smakka, tyggja og njóta matin saman.

Matur, njótilsi og samvera!

Fríggjadagin 19. mai kl. 15:30-17:30 skipar Fólkaheilsuráðið fyri átuliga átakinum "Etið saman", ið merkir at vera saman um matin, og at práta, lukta, smakka, tyggja og njóta matin saman. 

Ljós verður varpað á saft, kraft, broyskni og stundum ræst við dygdargóðum, leskiligum rávørum úr Føroyum og grannalondum okkara.

 

Etið saman átakið verður samstundis ymsastaðni í Føroyum, og matleskarar fara at kokkast í Suðuroy, Vágoy, Sandoy, Eysturoy, Streymoy og Norðoyggjum, við tí fyri eyga, at øll vitjandi fáa eina sansastimbrandi smakkiroynd, eina hugnaliga og savnandi løtu.

Ein liður í “Etið saman” er eisini, at vit við at vera saman um matin og eina uppliving sum hesa, eru við til at røkja okkara sálarligu heilsu, tí at vera sosialt virkin og saman um eitthvørt, hevur stóran týdning fyri okkara trivnað og gleði. Fólkaheilsuráðið varpar ljós á sálarliga heilsu og ”Etið saman” er ein partur av hesum, tí felagsskapur, matur og njótilsi eru samantvunnin.

 

Fólkaheilsuráðið ynskir at rávørurnar, ið verða nýttar í mestan mun eru úr nærumhvørvinum. Hesar rávørur kunnu eitt nú verða føroyskur fiskur, grønmeti, kryddurtir, frukt og epli, har dentur verður lagdur á gott grønmeti, ið liggur leingi á. Vit ynskja at átakið tekur støði í nærumhvørvið og burðardygd, og at fullkorn, bjølgfruktir og trevjur helst skulu eiga størri lut í matgerðini enn siðvenja er.

 

Etið saman verður í:
Sandavági - Pakkhúsið úti á Gjógv
Tvøroyri - Seglloftið
Vági - Hotel Bakkin
Tórshavn - Perlutorgið
Fuglafirði - Riberhús
Klaksvík - Gamla Seglhúsið
Sandi - Kommunuskrivstovan

Etið saman 2016




 

Fólkaheilsuráðið  |  Granskingarlonin  |  J.C. Svabosgøta 43  |  FO 100 Tórshavn
Telefon: 30 47 00  |  Fax nr. 30 47 10  |  Teldupostur: fhr@folkaheilsa.fo