27. desember 2012

Ert tú til reiðar at byrja av nýggjum?

Fá stuðul, tá tú leggur av. Í 2013 fer Fólkaheilsuráðið at bjóða roykjarum at melda seg til ein nýggjan hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan.

ÓKEYPIS HJÁLP TIL AT LEGGJA AV

Fá stuðul, tá tú leggur av

Í 2013 fer Fólkaheilsuráðið at bjóða roykjarum at melda seg til ein nýggjan hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá tú hevur avgjørt, at nú skal tað vera! Tú meldar teg til nakrar dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.

 

Ókeypis átak

Tú kanst melda til á telefon nummar 1919 og skriva "gevst", og tú fær sms-boð yvir teir næstu tríggjar mánaðirnar. Tað er ókeypis at fáa sms-boðini frá okkum.

Til ber at melda frá á telfon nummar 1919 og skriva "gevst strika".