03. september 2015

Ársins roykfríi skúli 2015 - kapping

Aftur í ár fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri kappingini um Ársins roykfría skúla. Kappingin er millum 5. – 10. Flokkarnar í Føroyum.

Kapping um at gerast Ársins roykfríi skúli 2015

 

Aftur í ár fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri kappingini um Ársins roykfría skúla. Kappingin er millum 5. – 10. Flokkarnar í Føroyum.

 

Talið av luttakandi flokkum økist ár undan ári, í fjør vóru tað  67 skúlaflokkum kring alt landið, sum vóru við í kappingini. Flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 9. september til 9. Oktober. Hetta megnaðu 42 flokkar, og í lutakasti, sum Fólkaheilsuráðið skipaði fyri, vann 9. flokkur úr Skúlanum á Giljanesi.

 

Í ár verður latið upp fyri tilmelding mikudagin 3. September:

Tilmelding

Reglur fyri kappingina


http://fc.skulin.fo/~arg2000/066A9824-0066405A?Plugin=Metro

Vinningurin í 2015

Stóri vinningurin er atgongumerki til fyrsta HM-undankappingardyst hjá føroyska landsliðnum á Tórsvølli í 2016.

Hartil verður gjørd ein heiðurspláta til skúlan við heitinum: “Ársins roykfríi skúli 2015.” Hesa plátu kann skúlin velja at heingja upp, so at hon er sjónlig fyri næmingum og øðrum vitjandi.