27. februar 2020

ABC styrkir felagsskapin í grannalagnum

Vit fingu vitjan av Jón Kragesteen, sum býr í Tórsbyrgi, eitt grannalag, sum hevur eitt sera virkið eigarafelag.

Í gjár 26. februar møttust samstarvfelagarnir í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu fyri 11. ferð.

Vit fingu vitjan av Jón Kragesteen, sum býr í Tórsbyrgi, eitt grannalag, sum hevur eitt sera virkið eigarafelag. Hann greiddi frá, hvussu tey arbeiða, og hvussu tey saman við grannunum, Boðanesheiminum og Láargarði, hava megnað at fáa stuðul frá Tórshavnar kommunu til at gera eitt vakstrarhús til íbúgvarnar. Jón segði, at íbúgvarnir sjálvbodnir røkja økini millum húsini.

Tey høvdu roynt eina skipan, har alt bleiv skrivað niður, hvør hevði ábyrgd av hvørjum, men tað riggaði ikki, og tí vóru tey farin burtur frá tí, meðan skipanin at lata fólk gera tað, sum tey hava hug til, er ein skipan har íbúgvarnir geva hvør øðrum íblástur til at fara í gongd, og tá ið umhvørvið er væl hildið, gevur tað øllum møguleika at njóta umhvørvi t.d. til at hugsavna seg hvør sær ella at hava tiltøk í felag.

Henda framløga gevur samstarvsfeløgunum íblástur til, hvat kann gerast fyri at menna ABC virksemi í teirra øki.

Tá ið vit hava tiltøk og kunning um, hvussu vit halda okkum best heilsuliga væl fyri, halda vit, at tað kann vera ein avbjóðing at røkka øllum og kanska serliga teimum, sum frammanundan ikki hava orku til at luttaka. Tí brúktu vit henda dagin til at viðgera spurningin “Hvørji eru tey útsettu í okkara samfelagi?”

Vár Honnudóttir, cand.scient.san.publ., legði fram við støði í “Hvussu hevur tú tað” kanningini í Danmark frá 2017 og kanningini í Føroyum 2015, sum vísti, hvørjir bólkar í samfelagnum kenna seg einsamallir, tá ið tey helst vildu ynskt at verið saman við onkrum. Vár nevndi at heilsustøðan er tengd at trimum faktorum, sum eru likamlig, sálarlig og sosial heilsustøða og undirstrikaði, at tað er umráðandi at hyggja eftir samanspælinum millum hesar tríggjar faktorarnar. Henda framløga setti tankar í gongd og gav samstarvsfeløgunum amboð at arbeiða víðari við í sambandi við menningina av verandi ABC tiltøkum og eisini í mun til at skapa nýggj ABC tiltøk.

Jana Mortensen, sum lesur M.S.Sc. Sosialvísindi og samfelagsplanlegging á Setrinum, arbeiddi við at fáa vegleiðingina “Hvussu tú varðveitir góða sálarliga heilsu” tillagaða til føroysk viðurskifti, meðan hon var í starvsvenjing í Fólkaheilsuráðnum. Hon legði úrslitini av sínum arbeiði fram, sum vísti, at vegleiðingin krevur tillaging, áðrenn hon kann brúkast í Føroyum. Kanningin vísti eisini, at nógv seta heitið “sálarlig heilsa” í samband við sjúku. Meðan verkætlanin ABC fyri sálarliga heilsu definerar “sálarliga heilsu”, sum ein støða, har vit sum menniskju trívast.