10. desember 2013

1.301 vórðu kannað fyri Kol- og typu2-diabetes - Frágreiðing

Kanningarnar eru nú komnar at enda. Í vikuskiftinum vóru kanningarnar í Klaksvík, og punktum varð sett leygarkvøldið, har vit kundu staðfesta, at 1301 føroyingar høvdu latið seg kanna fyri Kol- og typu2-diabetes.

1301 vórðu kannað fyri Kol- og typu2-diabetes.

Kanningarnar eru nú komnar at enda. Í vikuskiftinum vóru kanningarnar í Klaksvík, og punktum varð sett leygarkvøldið, har vit kundu staðfesta, at 1301 føroyingar høvdu latið seg kanna fyri Kol- og typu2-diabetes.

Kanningar, sum endaðu í vár, bendu á, at einir túsund føroyingar ganga runt við typu2-diabetes, uttan av vit av tí. Nakrar av teimum hevur eydnast okkum at funnið. Vit fara at koma út við nærri frágreiðing seinni. Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar komplikatiónir og fylgisjúkur.


Ráðið hevur setti sær eisini fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka), ella “Roykjaralungu”, sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum, eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL.