Teknikappingin 2015

 

Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung:

a. Børn yngri enn 7 ár

b. 7-10 ár

c. 11-14 ár

Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær hvør vinnari kr. 500 í virðisløn.

 Støddin á tekningunum skal vera 10x10 cm – ikki størri og ikki minni.

 Skrivið navn, føðingardag og telefonnummar aftanfyri á tekningini.

 Hvør skúlaflokkur kann senda fleiri tekningar í einum brævbjálva.

 Boðskapurin í tekningini skal vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja, t.d.:

"Royking stinkar"

"Roykfrítt rokkar"

"Hvussu kanst tú siga nei til sigarettir?"

"Royking er oyðsl av pengum"

Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja út.

Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi 18. mai kl. 12. Besta myndin í hvørjum bólki verður víst á heimasíðuni www.folkaheilsa.fo.

Karsten Hansen, landsstýrismaður handar virðislønirnar í SMS fríggjadagur 29. mai kl. 17, har allar myndirnar verða vístar fram sama dag.

Vit vóna, at tit fara at taka væl undir við kappingini.

Tekningarnar skulu sendast til: Fólkaheilsuráðið

J.C. Svabosgøt