
Teknikapping
Altjóða tubbaksfríi dagurin, 31. mai verður í ár um evnið: Roykfríar gentur og kvinnur.
Í sambandi við dagin skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung í hesum aldursbólkum:
a. Børn yngri enn 7 ár
b. 7-10 ár
c. 11-14 ár
Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær hvør vinnari 500 kr. í virðisløn.
• Støddin á tekningunum skal vera 10x10 cm – ikki størri ella minni.
• Boðskapurin í tekningini skal vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja:
Hvussu kunnu gentur siga “nei” til sigarettir.
Hvussu kunnu dreingir siga “nei” til sigarettir.
Passiv royking rakar tey, ið ikki roykja.
Tað er “kul” ikki at roykja.
Royking er heilsuskaðilig.
At keypa sigarettir er at spilla burtur pengar.
Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja út.
Skrivið navn, føðingardag og telefonnummar við blýanti aftanfyri á tekningini.
Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi mikdagin 26. mai kl. 12. Besta myndin í hvørjum bólki verður prentað í bløðunum fyrst í juni mánaði.
Virðislønirnar verða handaðar í Fólkaheilsuráðnum mánadagin 31. mai kl. 16.
Tekningarnar skulu sendast til:
Fólkaheilsuráðið
Eirargarður 2, 2. hædd
100 Tórshavn




