Føroyar besta land í heiminum

Øll hava rætt til hóskandi býli, sigur OECD. Eitt hóskandi býli er meiri enn bert fýra veggir og eitt tak. Okkara hús og heim hava stóran týdning fyri okkara materiella livistøði. Tað er umráðandi, at vit fáa okkara grundleggjandi tørv nøktaðan so sum at vera undir taki, vera heit, vera vard móti vindi og regni og kenna okkum trygg innanfyriteirfýra veggirnar í heiminum. Eisini at vit kenna, at vit hava okkara persónliga rúm. Eitt gott býli hevur stóran týdning fyri okkara heilsu og fyri menningina hjá okkara børnum. Harafturat er okkara heim týdningarmikið fyri okkara grundleggjandi tørv at hava eina familju

Býlið

Rað Land Nøgdsemi í %

1

Føroyar

7,9

2

USA

7,8

3

Canada

7,7

4

Írland

7,5

5

Australia

7,5

Tá teir tríggir indikatorarnir eru roknaðir, sum raðsetaymisku OECD londini fyri býlisumstøður, liggja Føroyar á fyrsta plássi. Topp 5 raðfylgjansær soleiðis út:

Býlið tekstur

Hetta er roknað út sum eitt miðaltal fyri tríggjar av indikatorunum fyri býli (Rúm pr.persón; býliskostnaður og atgongd til grundleggjandi reinførisviðurskifti). Harafturat verður hugt at nøgdseminum við býlisviðurskifti, men hesin indikator er ikki roknaður við í samlaðuraðsetingini.

mynd

Í OECD londum eru býlisumstøðurnar sum heild góðar, kortini hava fólk í fleiri av londunum avmarkaða rúmd heima. Eisini hava flestu lond atgongd til grundleggjandi reinførisumstøður, so sum bað og wc. Generelt er galdandi fyri londini, at ein lutfalsliga stórur partur av inntøkuni fer til býli, og at støddin á inntøkuni er við til at avgera, hvussu býlið er.