ABC vika 2019 Av spennandi almennum tiltøkum kunnu m.a. nevnast “Sjóða – Ættarliðini saman í sangi og virkni”, “Grótið”, ið er eitt kafekvøld fyri ung, “ABC gongurtúr” í Klaksvíkar kommunu, “Opið hús” á Psykiatriska deplinum, “Altjóða sálarheilsudagur” í Østrøm, við framløgum, básum og tónleiki og “Les fyri sálarligu heilsuna”, ið er eitt tiltak á Býarbókasavninum í Havn.
Psykiatriski depilin blivin partur av ABC fyri sálarliga heilsu Sjónarhornið hjá Heilsuverkinum er í stóran mun, viðgerð og fyribyrging. Hetta hevur týdning, men vit á Psykiatriska deplinum ynskja at hugtakið heilsufremjan kemur alsamt meir á breddan.
Fólkaheilsuráðið á Nordisk Rusmiddel Seminar 2019 í Nuuk Tað er umráðandi, at varpa ljós á alkoholnýtslu, tí kanningar vísa, at høg nýtsla av alkoholi í langa tíð førir til medisinskar sjúkur, og at fyllskapur ofta førir til akutta vanlukkur og skaðar, sum so frá líður ofta ger fólk sjúk.
Nýtt amboð til børn og ung Krabbagággan er eitt serliga hent amboð, tá tú skalt tosa um góða sálarliga heilsu. Spurningarnir í krabbagágguni kunnu fáa teg at hugsa um títt egna lív, og hvat tú gert fyri at hava eina góða sálarliga heilsu.
Nordisk rusmiddel seminar 2019 Fólkaheilsuráðið luttekur á Nordisk rusmiddel seminar fyri at tryggja, at vit vera dagførd við nýggjastu gransking á alkohol og rúsevnisøkinum.
Góð undirtøka til verkstovuna Kveik Ung – Stuðla Ungum “Kveik Ung – Stuðla Ungum” er ein rættiliga nýggj verkstova og er íkomin í Avstralia, tí eftirspurningur hevur verið eftir, at tey, ið hava samband við ung dagliga, eisini fáa størri vitan og førleikar til at tosa við tey ungu um góða sálarliga heilsu.
Fyrstu føroysku Ungdóms Kveikjarar fingið prógv Í gjár fingu tíggju ung millum 16-25 ár prógv sum “Ungdóms Kveikjari”, eftir at hava luttikið á verkstovuni “Kveik Ung”. Allir luttakararnir vóru kvinnur, og hesar ungu kvinnurnar eru tær fyrstu tíggju í heiminum uttanfyri Avstralia, sum hava fingið prógv og kunnu kalla seg Ungdóms Kveikjari.
Nýtt átak fyri ung millum 16-25 ár Fjórði hvør í aldrinum 18-29 ár sigur seg hava ringa sálarliga heilsustøðu, sambært kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Tó er ikki neyðugt bert at hyggja svartskygt uppá støðuna, tí tað er ymiskt ung og onnur kunnu gera, fyri at uppbyggja mótstøðuføri, skapa góða sálarliga heilsu og verja okkum móti sálarligum trupulleikum.


Lat umhvørvið vera roykfrítt - Kom og legg av

31. Des 2018

Lat vera roykfrítt allastaðnis, har børn ferðast dagliga. Kom og legg av 2019 - SMS'sa til 1919 og skriva "gevst"

les meir

Hvussu hevur tú hevur tú tað, maður?

21. Des 2018

Sum liður í javnstøðupolitikkinum hjá tí almenna er ynski um at fáa meira javnstøðu á heilsuøkinum. Kanningar vísa, at menn generelt eru verri fyri heilsuliga enn kvinnur og tí vil Fólkaheilsuráðið varpa ljós á menn og heilsu. Tí hava vit avgjørt, at halda eina fólkaheilsuráðstevnu...

les meir

ABC toymið telur nú 20 samstarvsfelagar

19. Des 2018

Vit hava nú ein sera breiðan skara av samstarvsfeløgum í verkætlanini hjá okkum, og tað er ómetaliga gott. Hetta hevur m.a. við sær, at fleiri og fleiri møguleikar eru hjá ymisku feløgunum, stovnunum og kommununum at samstarva.

les meir

Blái Krossur og ABC hóska saman sum fótur í hosu

12. Des 2018

Í blaðnum kanst tú lesa um hví ABC samskiparin í Bláa Krossi, Lív Justinussen, heldur, at Blái Krossur og ABC hóska saman sum fótur í hosu. Monika Mohr, sum leiðir verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu, greiðir frá í eini aðrari grein, hví Blái Krossur kann breiða sálarheilsuboðskapin út.

les meir

Fólkaheilsuráðið: Væleydnaður samstarvsfundur

30. Nov 2018

Eitt av høvuðsevnunum hesaferð var sálarlig heilsa og náttúra, og hvussu náttúran kann betra um sálarliga heilsu. Umframt Fólkaheilsuráðið, legði eitt umboð fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fram um týdningin av grønum býarrúmum

les meir

Tað átti at verið líka lætt at sagt: Eg havi ótta, sum: Eg havi astmu

23. Nov 2018

ABC hópurin fevnir nú um 19 samstarvsfelagar, ið umboða kommunur, feløg, stovnar og felagsskapir kring landið

les meir

Fólkaheilsuráðið mælir frá víðkaðari atgongd til rúsdrekka

15. Nov 2018

Fólkaheilsuráðið hevur í hoyring í Vinnunevndini hjá Løgtinginum mælt frá, at bryggjaríini fáa loyvi til at selja sína egnu framleiðslu í egnum sølustøðum kring landið. Talan er um Løgtingsmál nr. 17/2018, sum snýr seg um at broyta verandi lóg soleiðis, at bryggjaríini kunnu selja...

les meir

ABC røkkur nú enn fleiri í Føroyum

12. Nov 2018

Ergoterapeutfelagið hevur tikið stig til at gerast partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu.

les meir