Opið hús sum ABC átak í Klaksvíkar kommunu Vit vita, at tað er gott fyri sálarligu heilsuna at royna nakað nýtt. So brúkið møguleikan til at vera virkin, saman og hugbundin í eini nýggjari ítróttargrein hesa vikuna
Kenslan av meining í lívinum hevur samband við eina røð av jaligum heilsuúrslitum Tað hevur ikki so stóran týdning, hvat gevur tær endamál í lívinum, men tað hevur týdning at tú finnur tað onkrastaðni.
Øll skulu hava møguleika at betra um sína sálarligu heilsu Áhugin fyri okkara arbeiði veksur í hvørjum, og nú hava vit fingið enn ein nýggjan samstarvsfelaga.
Seksualundirvísing inn á miðnám nú! Áheitanin á myndugleikarnar á skúlaøkinum er, at seksualundirvísingin má endurskoðast.
700 ung merktu MØRK Tiltakið byrjaði við, at Persson & Dahl framførdu sera áhugaverdar, hugvekjandi og til tíðir ágangandi leikir fyri næmingunum.
Ung og vitan um seksualitet 900 miðnámsskúlanæmingar hava luttikið í kanningini, sum vísir m.a., at ung ynskja sær meira vitan frá fakfólki, men eisini frá mammu síni.
Altjóða vísindaliga ráðstevnan “Football is Medicine” í Føroyum í 2020 Úrslit av áralangari gransking. Seinastu 15 árini hava altjóða viðurkendu fysiologarnir, Peter Krustrup og Magni Mohr, granskað í heilsuárinum av Football Fitness ella heilsfótbólti í verkætlanum runt allan heimin.


Skráin fyri ABC vikuna 8.-14. oktober

08. Okt 2018

Her er yvirlit yvir skránna fyri ABC vikuna 2018. Nógv spennandi átøk eru gjøgnum vikuna.

les meir

Fyrsti filmur í ABC vikuni er her

08. Okt 2018

Í ABC vikuni almannakunngera vit fimm ABC filmar. Fyrsti filmur er her. Filmurin snýr seg um, hvussu kórsangur í ABC samanhangi kann geva gleði, styrkja um felagskensluna og tað at vera saman um okkurt, sum hevur stóran týdning fyri einstaklingin.Skrá fyri ABC vikunaTíðinda skriv í...

les meir

Vika 41 er nú ein ABC vika

08. Okt 2018

Í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober ger Fólkaheilsuráðið við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu viku 41 til eina ABC viku. Sostatt verður enn størri dentur lagdur á evnið sálarlig heilsa.

les meir

Áhugaverd ABC ráðstevna í Norra

26. Sep 2018

Tað var fantastiskt at møta ABC stigtakaranum úr Avstralia, Rob Donovan, sum fyri 12 árum síðani byrjaði at arbeiða við verkætlanini.

les meir

Skúlafótbóltur skipaður sum eitt ABC tiltak

18. Sep 2018

Ein nýggj og spennandi fótbóltskapping byrjar í Føroyum í heyst

les meir

Ein frálík Hjólvelting

08. Sep 2018

Fólkaheilsuráðið legði sín góða dám á Hjólveltingina við góðum tónleiki og upphiting við Mariann Hansen. Upphitingin samansjóðaði teir 40 súkklararnar, sum vóru møttir til tann hugfarsliga bólka-súkklutúrin ígjøgnum býin, við sanginum ABC hjá The Jackons 5, “ABC as easy...

les meir

ABC samstarvið hevur nú eitt ár á baki

04. Sep 2018

Klaksvíkar kommuna er komin í gongd við ABC virksemi, og tí kundu tey deila sínar royndir á fundinum, og var hetta sera gevandi fyri hinar samstarvsfelagarnar. Eisini greiddi umboð fyri ALS frá teirra royndum við at brúka boðskapin í ABC fyri sálarliga heilsu innan teirra øki.

les meir

Hjólvelting

01. Sep 2018

er ein hugfarsligur bólka-súkklutúrur ígjøgnum býin, har ið samanhald, umhvørvi og heilsugóður lívstílur eru kjarnin. Øll eru vælkomin, tað einasta, ið krevst, er, at tú hevur súkklu, og annars, at tú kemur akkurát soleiðis, sum tú ert

les meir