Tilfar til evnisviku um kost
Endamálið við at hava eina evnisviku um kost í skúlanum er at geva øllum børnum í landinum møguleika fyri at fáa eitt grundarlag, so tey kunnu meta um, hvat heilsugóður kostur er.
Hugsanin er, at børnini skulu læra tey 8 kostráðini at kenna, eitt sindur um sansirnar, sum vit brúka, tá vit eta og at enda, at tey skulu fáa møguleika fyri at fyrireika eina heilsugóða máltíð til sín sjálvs og floksfelagar sínar.
Undirvísingartilfarið til evnisvikuna er býtt upp í tríggjar partar: Ein partur er undirvísingartilfar um tey 8 kostráðini, ein partur er um sensorikk og at enda er ein partur um, hvussu børnini sjálvi kunnu gera eitt heilsugott sjálvtøkuborð í skúlanum.
8 kostráðini
Undirvísingartilfarið um tey 8 kostráðini er bygt upp sum eitt Power Point-skjal.
Endamálið er, at børnini skulu læra tey 8 kostráðini at kenna og fáa eitt grundarlag, so tey duga at meta um, hvat heilsugóður kostur er.
Tilfarið kann brúkast í ymiskum lærugreinum, til dømis í heimkunnleika, náttúru/tøkni, støddfrøði og ítrótti.
Tilfarið er serliga ætlað næmingum í 4. til 10. flokki, men kann eisini brúkast til næmingar í 1.- 3. flokki.
Í øllum førum er tað upp til tann einstaka læraran at laga undirvísingina til støðið hjá børnunum.
Tá tilfarið verður nýtt til børn í 1. til 3. flokki, eru ikki allar uppgávur væl egnaðar. Tá kunnu ymisk spøl brúkast í staðin.
Tey 8 kostráðini eru almennu tilráðingarnar um, hvat heilsugóður kostur og lívsháttur er.
Power Point-tilfarið við teim 8 kostráðunum er ein stuttligur og læruríkur máti hjá næmingunum at fáa eina ástøðiliga vitan um heilsugóðan kost og rørslu, og at royna hesa vitan við ymiskum uppgávum.
Evnisvika um kost - Vegleiðing.docx
Et frukt og grønmeti - seks um dagin.pptx
Et epli, rís ella pasta og fullkornsbreyð hvønn dag.pptx
Et fisk og fiskaviðskera fleiri ferðir um vikuna.pptx
Minka um sukrið - serliga úr sodavatni góðgæti og køku
Minka um fitinýtsluna - serliga úr mjólkaúrdrátti og kj
Et fjølbroytt og halt hóskandi vekt.pptx
Rør teg í minsta lagið 30 minuttir um dagin.pptx




