Um kynssjúkuna klamydia
Kynssjúkan klamydia er nógv verri enn læknar fyrr hava hildið, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni.
FAKTA UM KLAMYDIA:
Klamydia er sera smittsom og smittar við kynsligum sambandi, tá hít ikki verður nýtt. Læknar meta at umleið helvtin av teimum, sum fáa sjúkuna hava als eingi sjúkueyðkenni, men hon kann elva til barnloysi hjá bæði kvinnum og monnum, umframt álvarsligan undirlívsbruna.
Sjúkueyðkenni kunnu vísa seg eina til tríggjar vikur eftir smittuna. Hetta kann vera útflot og sviði í undirlívinum. Menn kunnu fáa bruna í hjáeistrið og kvinnur undirlívsbruna. Eisini kann tað svíða tá ið ein kastar sær av vatninum.
Klamydia kann viðgerast við heilivági. Læknar leggja dent á, at vegna avleiðingar skal sjúkan takast í álvara og viðgerast.
Undir føðing kunnu børn smittast við klamydia, um mamman hevur sjúkuna. Hetta vísir seg tá oftast sum eygnabruni ella í serligum føri sum lungnabruni.
Álvarsligari - Klamydia er nógv álvarsligari enn vit áður hildu, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni og nevnir, at nýggjari gransking hevur víst at menn eisini kunnu gerast lívssørir um kynssjúkan ikki verður viðgjørd.
Áður hevur verið hildið at einans kvinnur kundu gerast lívssørar av klamydia. Í Føroyum vóru í fjør 87 tilburðir av Klamydia staðfestir ella tað mesta nakrantíð í tali. Hetta eru sjey fleiri enn árið fyri. Klamydia er ofta ring at staðfesta, tí nógv, ið fáa sjúkuna hava eingi sjúkueyðkenni.
- Fyri nøkrum árum síðani heitti eg á læknar um at gera fleiri royndir av sjúkuni, sigur landslæknin og skoytir uppí, at úrslitini vísa, at hesar eru neyðugar. Hóast munandi fleiri kanningar vera gjørdar nú í mun til fyri 10 árum síðani, so vóru 121 færri kanningar gjørdar í 2003 enn 2002. Tí er prosentvøksturin av smittaðum eisini rættuliga høgur.
Høgni Debes Joensen sigur, at myndugleikar í Danmark taka trupulleikarnar við klamydia í somikið stórum álvara, at í august fer Sundhedsstyrelsen at viðgera hvørji tiltøk kunnu setast í verk.
- Eg ætli mær at fylgja tí Sundhedsstyrelsen kemur til, sigur læknin.
Óansin
Sum ársfrágreiðingin hjá landslæknanum vísir, so eru ábendingar um, at fólk ikki hugsa nakað serligt um fyribyrging, hóast avleiðingarnar kunnu verða hættisligar.
- Tað vísir seg sum fólk gloyma at nýta hít og hava eitt ótrygt kynslív, sigur Landslæknin, og vísir samstundis á, at hann heldur, at føroyingar sum heild hava verið rættiliga varin fyrst í 90´unum. Hagtøl vísa eisini, at innflutningurin av hítum var munandi størri fyri nøkrum fáum árum síðani enn hann er nú.
- Tað at HIV smittan ikki hevur breitt seg meir í Føroyum er tekin um, at føroyingar hava verið varin, men gongdin fer tann skeiva vegin, sigur Høgni Debes Joensen. Kortini heldur landslæknin, at ungfólk fáa upplýsingar um fyribyrging, HIV og kynssjúkur í skúlunum. Í fjør var ein tilburður av HIV skrásettur, annars hava tað verið fleiri ár við ongum tilburði.
Nýggj kynssjúka
Annars er ein nýggj kynssjúka byrjað at gera um seg í grannalondunum – bakterian mycoplasma genitalium – sum kann gera bæði kvinnur og menn lívssør, um tey ikki fáa viðgerð. Í Danmark verður mett at eini 10.000 fólk kunnu verða smittað, og í løtuni verða eini 100 danskarar kannaðir um mánaðin.
Statens Serum Institut heitir tí á læknar um at taka fleiri royndir av sjúklingum, ið hava nøkur sjúkueyðkenni, ið kundu bent á hesa kynssjúku. Høgni Debes Joensen er ikki fullgreiður yvir um tey eru byrjað at taka royndir av hesum á landssjúkrahúsinum.




