Stutt um MARK- fólkaheilsukanningina

Tað sær út til at kvinnur millum 40 og 70 ár á fleiri økjum ikki klára seg so væl sum menn. Nógv fleiri kvinnur enn menn hava vánaliga konditión, fleiri kvinnur enn menn roykja dagliga, og kvinnur kenna seg nógv oftari strongdar og hava verri svøvngávur enn menn.

Tá talan er um Body Mass Index, yvirvekt og alkoholnýtslu, eiga menninir munin. Av teimum sum viga meiri enn 90 kg er kynsbýti 82 % menn og 18 % kvinnur. Fimti hvør luttakari vigaði meiri enn 90 kg.
Úrslitini geva eisini eina ábending um at fólk millum 40 og 70 røra seg ov lítið. Bert helvtin av luttakarunum siga seg hava íðka nakran ítrótt, motión ella annað slag av likamligum virksemi regluliga seinasta árið.
Eisini sæst, at ein lítil triðingur etur grønmeti og at 15 % eta salat ella rákost næstan hvønn dag ella hvønn dag. Nakað fleiri eta frukt næstan hvønn dag ella hvønn dag. Hetta bendir á, at vit liggja rættiliga langt frá teimum 600 grammum av frukt og grønmeti, sum rátt verður fólki til at eta um dagin.
Tó telur tað rætta vegin, at fólk eru røsk at vitja hvønn annan.

MARK- fólkaheilsukanningin fór fram um alt landið frá januar til oktober 2008, og januar og februar 2009.
4000 tilvildarliga vald fólk vóru boðin til kanningar. MARK kanningin snúði seg um bæði spurnablaðskanning og eina likamskanning.
2128 fólk luttóku, antin í spurnablaðskanningini, likamskanningini ella báðum.
Heilsumálaráðið hevur fíggjað kanningina, sum Fólkaheilsuráðið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur staðið fyri.