
Námsfrøðingar hava stóra ávirkan á matin
Námsfrøðingar
og hjálparfólk í dagstovnum hava ávirkan á uppvøksturin hjá børnunum, tað vita
vit. Men tey hava eisini stóra ávirkan á ta matmentan, sum festir seg í
børnini. Starvsfólkini eru tey, sum skipa hvussu børnini skulu eta í dagtímunum
gerandisdagar. Tey syrgja fyri at alt gongur sum tað skal, og at tað er gott
lag kring borðið.
Tað eru sjálvsagt
foreldrini, sum hava evstu ábyrgd av hvussu børnini verða uppald, eisini tá tað
snýr seg um mat, men sum danska Føðslustýrið vísir á í faldaranum ”Glad mad i
børnemaver”, so áttu allir stovnar at havt ein mat-politikk, eins og tey hava mannagongdir
á so nógvum øðrum økjum.
Fýra góð ráð til dagstovnar og starvsfólkini har, sum verða nevnd á heimasíðuni
altomkost.dk:
a) Lat børnini verða við, tá máltíðir verða fyrireikaðar og etnar. Lat tey bæði
seta á borðið og taka av aftur.
b) Er talan um mat, sum
er gjørdur á stovninum, presentera so matin, og sig børnunum eitt sindur um
tað, ið verður sett á borðið.
c) Gevið børnunum
”mat-dirvi”. Lat tey sleppa at smakka okkurt, sum tey ikki hava roynt áður.
d) Tosað við børnini um
mat. Fortel teimum, hvaðani matur stavar, hvat hann ger við kroppin o.l.
(Leif Laadal í Grams,
august 2011)




