
Makrelur: Beinleiðis á føroyska døgurðaborðið
Synd at siga, at vit ikki hava hoyrt nakað um makrel seinasta hálva árið, ella gott tað. Og hava vit so sæð nakað til hendan so dýrabara fisk? Nei, ikki tað stóra. Ikki fyrr enn nú. Í løtuni ber nevniliga til at keypa heilan makrel í Miklagarði, og vónandi aðrastaðni í landinum við. Í Miklagarði selja tey hann fyri 25 kr kilo, og eitt kilo av makreli røkkur rættiliga langt. So tað er ikki dýrur matur.
Í løtuni er makrelurin í hæddini, tá tað snýr seg um Omega3 feittsýru. Frá oktober til november inniheldur makrelur, sambært bókini Animalske Næringsmidler, mest Omega3.
Um tú ikki vilt flekja makrelin, og steikja leskiligu fløkini, so kanst tú steikja hann heilan í ovninum. Myndirnar av heilstokta makrelinum hevur Snorri Patursson tikið, tá hann og familjan høvdu fiska-gildi ein dagin. Tá stoktu tey fleiri ymisk sløg av heilum fiski, og makrelur við sitrón var ein av vinnarunum. Makrelur er sum kunnugt rættiliga feitur fiskur, og tí hóskar sitrón sera væl til.
Vit kunnu eisini nevna, at matstovan KOKS á Hotel Føroyum í løtuni hevur føroyskan makrel á síni matskrá.
(grams.fo 13.10.2011)








