Kostkumpassin

Matur er ein týdningarmikil partur av lívinum. Við honum fáa vit týdningarmikil føðsluevni, men matur gevur okkum eisini njóting, gleði og vælveru. Vilt tú liva eitt heilsugott lív, er ikki nóg mikið at eta heilsugóðan mat, men tú mást eisini røra teg – og tín lívsstílur sum heild hevur stóran týdning. Samspælið millum mat og rørslu hevur stóran týdning fyri vælveru, matarlyst og vekt.

Tey 8 kostráðini eru hyggjuráðini í gerandisdegnum til eina heilsugevandi javnvág millum mat og rørslu.

Kostkumpassin faldari.pdf