Heilsa á ferð

 Fólkaheilsuráðið luttekur í tjaldinum á kaiøkinum í Klaksvík á Sjómannadegnum leygardagin 20. august kl. 13 til 17. Tiltakið er í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar og Klaksvíkar Sjúkrahús.

Síggið okkara áhugaverdu framsýning, mátið feittprosent, lungnaorku og mangt annað. Eisini er stórt ókeypis fruktborð.