Foreldrafundir kunnu minka um drykkjuskap

Fólkahelsuráðið hevur í samstarvi við SSP útgivið ein faldara um foreldrafundir, sum kunnu minka um drykkjuskapin hjá ungum. Foreldur at børnum í 7.-9. flokki fara at fáa faldaran í sambandi við foreldrafundir á skúlunum. 


Í faldaranum eru m.a. 5 góð ráð til foreldur:

1. Bjóða ikki ungum undir 18 ár rúsdrekka
2. Tosa við onnur foreldur um felags mál og mørk
3. Hugsa um tíni egnu mørk, tá um rúsdrekka ræður
4. Vís at tú leggur í hvat tey ungu takast við
5. Set greið mørk

Heinta faldaran í PDF-fílu.


Foreldrafundir kunnu minka um drykkjuskap.pdf