Árliga fólkaheilsurenningin var kring landið vikuskifti 3. til 5. september 2010.
Endamálið við fólkaheilsurenningini er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum og at hugsa um heilsuna.
Lagt var til brots við fólkaheilsurenningini fríggjakvøldið 3. september í Runavík.
Leygardagin 4. september varð runnið í Klaksvík, á Sandi, í Miðvági og á Tvøroyri og sunnudagin 5. september verður Fólkaheilsurenningin í Havn.
Eg gleðist um, at rákið við at renna, ganga ella bara røra seg, vindur upp á seg um alt landið, sigur Aksel Johannesen, landsstýrismaður, í viðmerking og leggur aftrat:
Við at skipa fyri fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Vit hava øll gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina”.
Fólkaheilsurenning er fyri øll
Fólkaheilsurenningin er fyri øll. Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað er sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey renna, ganga ella grulva teinin. Tað sum ræður um er at vera við.




