Færri hava klamydia

Tað er at fegnast um, at talið av klamydiatilburðum er fallið, nevniliga  frá 14,1 % 

í 2009 til 11,7 % í 2010. Og alt bendir á, at tað verða færri tilburðir av 

kynssjúkuni klamydia í 2011. Hetta visa tøl frá Landslæknanum, sjá talvu 

niðanfyri.

Um hugt verður eftir tølunum fyri 2010, so hava 143 færri latið seg kanna og 

vóru tað 54 færri tilburðir enn árið f yri. 

Kanningin, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2010, hevur møguliga ávirkað hesi tøl. 

Tí her lótu 383 fólk seg kanna, harav vóru 27 tilburðir av klamydia, svarandi til 7 

%.  Hetta var ein sokallað heimakanning, har øll 20 ára gomul fingu

kanningartilfar og skuldu sjálvi senda til kanningar.

Svar fingu tey anonymt á eini heimasíðu. Roknast má við, at ein partur av hesum 

383 høvdu latið seg kanna kortini.

http://www.folkaheilsa.fo/Tidindafilur/351.pdf

Verða t ølini frá Landslæknanum og Fólkaheilsuráðnum fyri 2010 løgd saman, so 

eru 240 fleiri, sum hava latið seg kanna í mun til 2009, og svarar hetta talið á leið 

til tann vøkstur, sum hevur verið í kanningunum síðani 2007. Samanlagt eru 

tilburðirnir eisini færri, enn teir hava verið seinastu 3 árini, og prosenttalið 

hevur ikki verið so lágt síðani 2007.

Hví færri tilburðir av klamydia vóru í 2010 enn árini framman undan, kunnu tað 

vera  fleiri orsøkir til. Tað kann vera tilvildarligt. Møguliga eru tey ungu farin at 

hugsa meiri um kynsligu heilsuna.  Vónandi hava átøkini hjá Fólkaheilsuráðnum 

við upplýsing og ókeypis hítum á  tónleikafestivalum frá 2007 til 2009 havt sína 

ávirkan til, at fólk eru vorðin meiri tilvitað um at brúka hít, serliga við 

tilvildarligum kynsligum sambandi.  Harumframt varð heimakanningin, sum 

Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2010,  væl lýst í miðlunum, og  hevur hetta ætlandi 

eisini ávirkað hugburðin til at brúka hít.

Tølini er tó enn í hægra lagi í Føroyum. Ì grannalondunum hava umleið 7 % av 

teimum, sum lata seg kanna, s mit t u n a.  Sambært  danska Sundhedsstyrelsen 

vóru 2000 færri tilburðir av klamydia í 2010. Tó er ikki at setast upp afturá , men 

alneyðugt at halda áfram við upplýsandi átøkum, sigur Sundhedsstyrelsen. ”Kun 

med kondom” er fyribyrgjandi átak, sum Sundhedsstyrelsen hevur havt tey 

seinastu trý árini http://www.kunmedkondom.dk/


Ár

Tal av royndum

Positivar royndir - Tal

Positivar royndir - %

2011 fyrra hálvár   

717

63

8,8

2010 #

1796

193

10,7

2010

1413

166

11,7

2009

1556

220

14,1

2008

1299

210

15,2

2007

1051

109

10,4

2006

1108

112

10,1

2005

1068

111

10,4

2004

988

146

14,8

2003

603

87

14,4

2002

724

80

11,0

2001

589

74

12,6

2000

503

36

7,2

#Her eru tølini frá Landslæknanum og frá Fólkaheilsuráðnum løgd saman