
1. desember er altjóða AIDS-dagur
1. desember er altjóða AIDS-dagur. Eingin AIDS tilburður er staðfestur í Føroyum síðan 1995. Í 2004 vórðu tveir HIV tilburðir staðfestir.
Tilsamans eru sjey AIDS tilburðir staðfestir í Føroyum síðan 1989, og seks hava latið lív.Tjúgu HIV tilburðir eru staðfestir í Føroyum síðan 1989.
4800 danir og beint niðanfyri 500 íslendingar eru í dag smittaðir við HIV/AIDS. Í Stórabretlandi eru 77.000 smittað.




